Olgar er framvegis formaður

Eftir aðalfundin fyri viku síðani hevur nevndin í yrkisfelagnum hjá lærarum á Miðnámi skipað seg

Fríggjakvøldið 29. januar hevði Yrkisfelagið Miðnám, sum er felagið hjá lærarum á miðnámi, aðalfund.

Fyri vali í stýrið stóðu Búgvi Poulsen og Olgar Danielsen, og teir vóru báðir afturvaldir.

Nú hevur stýrið skipað seg, og Olgar Danielsen er afturvaldur at vera formaður, og Búgvi Poulsen er afturvaldur at vera næstformaður. Hini í nevndini eru Høgni av Skarði, kassameistari, Birna Heinesen, stýrislimur, og Vónbjørt Tróndheim, skrivari.

Magni Høgnesen er tiltakslimur.

Stýrið er í samráðingum við fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála. Sáttmálaskeiðið var úti 1. oktober 2020.