Olgar er klárur

2. deild KÍ?B36

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá KÍ álopsmonnunum í 1. deild, tá Kurt Mørkøre, sum helst vil vera á beinkinum, ikki hevur verið við.
Á 2. deildarliðnum hevur gamli málrevurin Olgar Danielsen skorað nógv mál, og leygardagin skoraði hann tvey mál, tá KÍ vann 4?1 á B36.
? Málini vóru løtt at skora. Til 3?1 skoraði eg, eftir at vongverjin Atli Jacobsen hevði lagt upp á tvørs og rangstøðufellan hjá B36 hevði kiksað. Síðsta málið var brotsspark. John Ryan legði innfyri, Hans Michael Christiansen lyfti upp um Trónd Vatnhamar, og ein verjuspælari bjargaði við hondini á strikuni. Hann varð rikin av vølli og eg slapp at skjóta brotsspark.
Ert tú tøkur, um Kurt Mørkøre biður teg spæla við í 1. deild?
? Tað er ikki nakað, sum eg havi hugsað um. Men um hann heldur, at eg skal hjálpa til, so hevði eg sjálvandi ikki sagt nei. Eg havi vant tvær ferðir um vikuna í ár, og tað hevur verið stuttligt, tí eg havi ikki verið plágaður av skaðum, sigur Olgar Danielsen, sum samstundis undirstrikar, at ungu evnaríku spælararnir hjá KÍ eiga at fáa møguleikan.
B36 hevði bóltin 80 prosent av fyrsta hálva tímanum. So stútaði aftasti maður hjá KÍ, Niclas Niclasen, hornasparksinnlegg til 1?0. Niclas, sum seinni í mánaðinum aftur fer at landinum í lestrarørindum, var saman við miðvallaranum Símuni Joensen bestur á KÍ liðnum.
Fimm minuttir undir steðginum javnaði Eyðun Højgaard, eftir at rangstøðufellan hjá KÍ kiksaði í sambandi við hornaspark.
B36 legði sera bragdliga fyri eftir steðgin. Karl Leonsson hevði stóran møguleikan, men John William Joensen var sera sterkur í málinum.
John Ryan varð fluttur í álopið hjá KÍ, og hann hevur máltev. Hann lyfti upp um Trónd Vatnhamar til 2?1, og so var tað, at Olgar Danielsen fór at gera um seg.
Um veteranurin er nóg góður til besta liðið fáa vit at síggja komandi vikuskifti!

KÍ?B36 4?1 (1?1)
1?0: Niclas Niclasen
1?1: Eyðun Højgaard
2?1: John Ryan
3?1: Olgar Danielsen
4?1: Olgar Danielsen br