Óli gjørdist toppskjútti í heimasigri hjá Sävehof

Sävehof er framvegis oddalið í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld dyst á heimavølli í Partille móti Aranäs í bestu svensku hondbóltsdeildini. Føroyingar vóru eisini at síggja millum áskoðararnar í høllini í Partille.

 

Tað eydnaðist Sävehof at vinna dystin 27-24. Í fyrra hálvleiki var Aranäs omaná, og í steðginum var Aranäs á odda 13-11. Í seinna hálvleiki lá væl betur fyri hjá Sävehof.

 

Óli gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við fimm málum.

 

Sävehof er fremst í deildini við 24 stigum, trý stig frammanfyri nummar tvey, Skövde sum hevur 21 stig.

 

Annan jóladag klokkan 12.30 hevur Sävehof aftur heimadyst. Tá kemur Önnered á vitjan í Partille. 

 

Sävehof spælir seinasta dystin í hesum árinum 29. desember. Tá spælir Sävehof á útivølli móti Lugi.