Í formansfrágreiðing Føroya Fiskimannafelags er eitt stutt brot, ið snýr seg um, at Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í felagnum gjøgnum mong ár, ikki eigur mánaðarligt gjald frá felagnum.
- Vit eru sannførdir um, at Óli Jacobsen ikki hevur rætt til hetta gjald, men tað góðtekur hann ikki og hevur tí stevnt felagnum.
Lagt verður aftrat, at málið millum Óla Jacobsen og Føroya Fiskimannafelag nú gongur sína gongd í rættarskipanini.
Vit hava áður spurt Óla Jacobsen um hetta mál, men hann hevur onga viðmerkingar vilja gjørt, fyrr enn málið er "berammað" í rættarskipanini, sum hann hevur tikið til.
in.fo hevur tó skilt, at tað er avtalaða pensjónin, sum Óli Jacobsen hevur fingið sum fyrrverandi formaður felagsins gjøgnum mong ár, men sum felagið nú hevur tikið frá honum.