Óli og Sävehof taptu grannauppgerð á útivølli

Sävehof var fyri fyrsta tapinum á útivølli

Bert 17 ára gamli Óli Mittún skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof taptu grannauppgerðina móti Alingsås á útivølli í dag.

 

Alingsås vann dystin 33-27. Í steðginum var Alingsås á odda 16-14.

 

Talan er um fyrsta tapið hjá Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu situr uttanfyri við einum skaða í knænum.

 

Tað er tætt millum dystirnar hjá Sävehof nú. Longu komandi týskvøld spælir Sävehof fyrra dystin av tveimum móti franska liðnum, Montpelier um rættin at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.