Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti í dag nýtt persónligt met, tá ið hann á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Doha svam 400 metrar frísvimjing uppá 3:52.16, í mun til hansara til nú bestu tíð á 3:55.51 frá úttøkustevnuni í november. Óli varð samanlagt nummar 50 av 80 luttakandi. Hetta skrivar heimasíðan svimjing.com.
Pál Joensen hevur eisini verið í hylinum í dag. Hann gjørdist tú nummar 17 í 400 metrum frí og náddi sostatt ikki finaluni. Tíðin hjá honum var 3:42.31.
Frans Johannesen svam í gjár saman við danska landsliðnum í HM-finaluni á 4 ferðir 200 metrar frí. Í innleiðandi umfarinum betraðu teir um danska metið við yvir 13 sekundum, men í finaluni náddu teir einans einum 8. plássi.
Cecilia Wigant Eysturdal setti í gjár persónligt met í 800 metrum frí, við tíðini 9:01.74. Hon endaði nummar 32 av 37 luttakarum.
Dagføring: In.fo skrivaði fríggjadagin, at Óli Mortensen hevði sett nýtt føroyskt met í 400 metrum frí, men tað vísti seg ikki at vera satt. Talan var um eitt persónligt met, men kortini ikki føroyskt met. Ein villa var í upprunaligu greinini, ið so spjaddi seg víðari út í fjølmiðlarnar. At greinaskrivarin (eg sjálvur) ikki legði til merkis, at Pál Joensen hevði svomið skjótari í somu grein í somu kapping sama dag, má eg taka á egnan kappa og biðja um umbering fyri.