Í kvøld slapp Óli Mittún at spæla fyrsta kappingardystin á heimavøllinum hjá GOG.
GOG tók ímóti Holstebro, ið leingi gav GOG ein skarpan gang. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17, og tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 29-29. Men tá eydnaðist GOG at skjóta fýra mál á rað uttan, at Holstebro megnaði at svara aftur. Tað bleiv avgerandi, og GOG vann dystin 36-32.
Óli skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og hann legði upp til fýra mál. Harumframt vann hann liðnum trý brotskøst. Frederik Bjerre var toppskjútti hjá GOG við sjey málum, men Óli hevði flest málstig (mál og upplegg).
GOG hevur fýra stig aftaná tvey umfør.
Komandi hóskvøld klokkan 19.45 bíðar enn spennandi uppgáva hjá Óla og liðfeløgunum. Tá skulu teir spæla dyst á útivølli í Champions League móti katalanska stórliðnum, Barcelona.
Tveir dagar seinni skal GOG royna seg móti verandi donsku meistarunum, Aalborg í Gigantium hølllini í Aalborg.