Oliver var føddur í Havn 29. juni 1830. Pápi hansara Jón Guðmundsson (1784-1866) var íslendingur, sonur Guðmund Jónsson á Effersey nærindis Reykjavík. Jón var við í 1809 í uppreistrinum hjá Jørundi Hundadagakongi og gjørdist ráðharri hjá honum.
Jón fylgdi Jørundi sum fangi á enskum krígsskipi til Onglands. Haðani kom hann til Føroyar. Í 1817 giftist hann við Súsannu Óladóttir úr Vestmanna.
Oliver Petræus hevur ivaleyst arvað nakað av tí ævintýrblóði, sum var í pápanum. Hann royndi longu í 1848 at koma við í bardagan millum Danmark og Týskland. Men hann var ov ungur tá og slapp ikki við. Tá tók Hammershaimb sær av honum. Hann helt tó ikki, at Oliver var so hugagóður til lesnaðin, sum hann átti at verið.
Oliver tók filosofikum í 1852, las løgfrøði og tók fyrsta part, men so bar ikki til longur. Hann búði á Garði (1854-1856) og tók dúgliga lut í selskapslívinum har inni. Hann var prúður og vakur unglingi, altíð í góðum lag, so tað var ikki løgið, at hann hevði ein stóran vinarskara. Longu tá hevði hann hug til lærarastarvið og var samstundis, sum hann las, lærari við Nikolaj kirkjuskúla. Hann fekst eisini við blaðstarv og skrivaði í ymisk bløð. Í Kolding stovnaði hann og gav út Koldingposten í 1863.
Í kríggj fyri Danmark
So brast kríggið aftur á millum Danmarkar og Týsklands. Hesa ferð var hann ikki ov ungur. Hann legði alt annað frá sær og fór avstað sjálvboðin. “…jeg har nydt saa meget godt i Danmark, som det nu er paa Tide at vise mig taknemlig for, og jeg er derfor traadt i de danske Krigeres Rækker”, skriver han í brævi 12. mars 1864 til foreldrini.
Hann var við í bardaganum á Dybbøl og bardist menniliga. “…Han viste sig straks som en af de bedste Soldater i Compagniet, hvilket ikke havde nogen stærkere Mand eller bedre Skytte. Under Forsvaret af Dybbølstillingen var han altid lige ufortrøden under de større Strabadser ved Møisommelige Arbejder og i farefulde Øieblikke… Hans glimrende Eksempel tjente stedse til at opmunstre Mandskabet paa hvilket han havde en stor Indflydelse, og han brugte denne kun til at styrke Diciplinen”, skrivar ovasti hansara í einum viðmæli 21. desember 1864. Seinni tá ið Dybbøl var tikið og teir bardust við bygdina Kjær á Als varð hann særdur. Hetta hendi á 34 ára føðingardegi hansara. Hann var særdur í mjødnini, fall í óvit og lá sum lívleysur á valinum. Danska herliðið noyddist at víkja og fekk ikki teir særdu við sær.
Bjargaður av ringi
Men so hendi tað, sum bjargaði lívi hansara. Áðrenn hann fór avstað hevði hann ein dagin í kæti sett eitt fingurgull, sum systur ein vinmann hansara átti, á fingurin. Men tað vildu so illa til, at hann fekk tað ikki av aftur, og í tí skili noyddist hann at fara við ringinum. Hesin var honum nú til bjargingar. Tá ið bardagin var av, tustu týskararnir út á vígvøllin og tóku frá teimum deyðu alt, ið hevði virði. Teir komu eisini fram at Olivari og sóu fingurgullið, sum teir heldur ikki fingu av. Teir ryktu og skryktu so nógv, at hann at enda raknaði við aftur og fór at rópa um hjálp. Hann var nú bjargaður og sat sum krígsfangi, til kríggið helt upp at.
So fór hann heim til Føroyar og var fyrst fólkatingsmaður Føroya í nøkur ár. Frá 1871 var hann annarlærari við realskúlan í Havn. Hann búði í realskúlanum og yngsta systir hansara Henrietta Effersøe (1839-1911) helt hús hjá honum. Hugagóður sum hann var, og vælumtóktur av øllum, royndi hann at vera til hjálpar, har hann kundi. Tvær ferðir var hann blaðstjóri á Dimmalætting. Umframt tað var hann løgtingsmaður, limur av borgarastjórnini, amtsskúla- og sparikassastjórnini. Var eisini roknskaparførari í fiskipartafelagnum Fox, sum átti fyrstu sluppina, føroyingar keyptu úr Hetlandi í 1872.
Hann var sera góður og avhildin lærari. Tað gav at býta, tá ið hann hevði verið lærari í 25 ár. Tá hildu næmingar hansara frá øllum hesum árum úr øllum oyggjum stórtikna veitslu fyri honum í klubbanum í Havn. Men longu stutt eftir doyði hann 7. januar 1897.
Eingin eftirkomari í Føroyum
Oliver giftist 53 ára gamal við Margrethu Djurhuus (1854-1937), dóttir bóndans á Húsagarði Hans Olaus Djurhuus (1822-1866) og Cathrinu Margrethu Olsen (1826-1908).
Tey fingu trý børn. Haldor giftist við russisku Tamara. Hann var fyrst telegrafsrjóri í Russlandi. Eftir kollveltingina í 1917 rýmdi hann til Kina, har hann var telegrafstjóri í Hong Kong. Seinni búðu tey í Keypmannahavn. Tey vóru barnleys. Turid giftist í New Ark ikki langt frá New York. Margretha Elisabeth var gift við telegrafstjóranum Jens Christian Olsen í Havn, ættaður úr Holbæk. Tey bæði áttu trý børn Margit, Bent og Inge.
Margit giftist við einum stýrimanni av “Barjamu” og flutti til Bretland. Inge giftist við einum verkfrøðingi frá Kampsax og flutti til Danmarkar.
Bent giftist við Inger, systir Miu Mortensen og Regin Olsen, sum hevur givið sítt íkast til hesa grein. Tey búsettust í Danmark og fingu børnini Elin, Jørgen og Carsten. Tískil er eingin av teirra ætt í Føroyum.
Oliver átti átta systkin. Tað vóru seks systrar. Tríggjar teirra hava verið umrøddur í hesi røð, nevnliga “jomfrýrnar” Josefina, Vilhelmina og Henrietta.
Ein beiggi var Gudmundur, sum gjørdist sýslumaður í Suðuroy. Kendir synir hjá honum vóru Rasmus, kendur sum m.a. landbúnaðarráðgevi, Oliver, sum var kendur sambandspolitikkari og Poul, sum hevur verið umrøddur í hesi røð. Hann var sakførari. Hin beiggin Oliver var Tummas. Hann førdi skip.
Næstu ferð
Í komandi parti fara vit at umrøða Jens Andreas Jensen, sum var svágur Jens í Dali. Sonur hansara Janus Øssurson er høvuðskelda til hesa grein um Oliver Effersøe