Løgreglan og Landsverk boða í dag frá, at olja er á landsvegnum við Magn-støðina í Gøtudali.
- Tað er vandamikið at koyra á vegnum og Landsverk heitir á bilførarar um at verða ansnir. Landverk er í ferð við at rudda vegin, skrivar løgreglan.
Sum skilst er dálkingin avmarkað til økið við Magnstøðina og ikki víðari norðureftir ella suðureftir.