Tað er ikki so løgið at stórur áhugi er fyri at bora eftir olju.
Inntøkurnar til landshúsarhaldið frá oljuvinnuni eru øgiligar og ringávirkaninar av vinnuni síggjast aftur í nógvum liðum.
Hjá føroyingum, sum annars bara hava havt fiskin at liva av, er tað eisini sera áhugavert at hoyra um tær inntøkur, sum eitt nú danski staturin hevur av oljuvirkseminum, sum fer fram í Norðsjónum.
Um mánaðarskiftið juni-juli fekk danski staturin goldið framleiðsluavgjaldið fyri 1997.
Upphæddin, sum er tann størsta nakrantíð, var 1,1 mia. krónur og er roknað út eftir framleiðsluni, sum var í fjør.
Afturat framleiðsluavgjaldinum fær danski staturin eisini eitt rørleiðingsavgjald uppá eina knappa hálva mia. krónur. Tað svarar til 5 prosent av virðinum av ráoljuni, sum er flutt gjøgnum rørleiðingina hjá danska statinum frá Gorm feltinum til Fredericia.
Inntøkurnar økjast
ár undan ári
Inntøkurnar hjá danska statinum av virkseminum hjá DUC eru vaksnar hvørt einasta ár.
Í 1997 vóru tær akkumuleraðu inntøkurnar hjá statinum uml. 29 mia. krónur, mált í 1997 prísum. Inntøkan fyri árið 1997 einsamalt var um 3,5 mia. krónur.
Tað er nú ikki bara statskassin, sum hevur fyrimun av oljuinntøkunum.
Stóra oljuframleiðslan ávirkar eisini gjaldsjavnin tann rætta vegin.
Í fjør betraði olju- og gasframleiðslan hjá DUC gjaldsjavnan við ikki minni enn 8 mia. krónum.
Framleiddu
11,4 mió tons
Danska oljuframleiðslan er nógv økt síðan borurin varð settur í á fyrsta sinni. Í 1997 kom oljuframleiðslan hjá DUC uppá 11,4 mió. tons og sølan av natúrgassi uppá umleið 7 mió. kubikmetrar.
Hetta er ein hækking uppá ávikavíst 10 og 22 prosent frá 1996.
Framleiðslan hjá DUC í 1997 var 43 prosent hægri enn samlaða nýtslan hjá dønum í fjør..