Oljan nú bert 3 sjómíl frá markinum

Eitt oljusamtak, sum Faroe Petroleum er partur av, hevur gjørt eitt oljufund einans 3 sjómíl frá føroyska markinum.

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur funnið kolvetni á Tornado leitimiðinum, ið liggur vestan fyri Hetlandsoyggjarnar ? góð 3 sjómíl frá føroyska sjómarkinum. Felagið eigur 7.5 prosent av Tornado leitimiðinum.

OMV, ið er fyristøðufelag og loyvishavari við 35 prosentum, hevur borað Tornado leitibrunnin 204/13-1, sum liggur umleið 10 km í ein útnyðring frá Suilven oljukelduni og 30 km í ein útnyðring frá Schiehallion, Foinaven og Loyal framleiðslueindunum.

Bæði olja og gass vórðu funnin í brunninum, og arbeitt verður í løtuni við upplýsingunum frá brunninum. Bæði tjúkdin og góðskan á jarðgoymsluni eru í tráð við forsøgnirnar undan boringini. Vegna jaliga úrslitið á brunninum, ætlar samtakið at bora ein síðusporsbrunn fyri at staðfesta stødd og kolvetnissløg á fundinum.

Brunnurin varð boraður á 1.048 metra havdýpi, og borað varð niður á 2.743 metra dýpi. Boriskipið Stena Carron varð nýtt til boringina.

Kostnaðurin verður lutfalsliga býttur millum loyvini P.1190 og P.1262. Umframt OMV og Faroe Petroleum, luttaka Dana Petroleum við 30 prosentum, Dong Energy við 20 prosentum, og Idemitsu við 7.5 prosentum.

Tornado er annað fundið á rað á Atlantsmótinum hjá Faroe Petroleum innanfyri ein mánað. Í september kunngjørdi felagið, at gass varð funnið í Glenlivet brunnurin. Fleiri upplýsingar um Tornado úrslitið verða kunngjørdir, tá kanningarnar og síðusporsboringin eru liðug.

Aftaná Glenlivet og Tornado, heldur boriætlanin á Atlantsmótinum fram við Anne Marie oljuleitimiðinum á føroyskum øki og Cardhu og Lagavulin oljumleitimiðunum á bretskum øki. Hesir tríggir brunnarnir verða væntandi boraðir í 2010.