Oljan og føroyskt vinnulív


 

Kjartan Hoydal

Nevndarformaður

í Atants Kolvetni


17 august 2000 fingu vit úrslitini av fyrsta føroyska útbjoðingarumfari. Ein sera spennandi løta í føroyskari vinnulívssøgu. Vit síggja eina nýggja menning av føroyskum vinnulívi, hóast vit enn onga vissu hava fyri, at kolvetni, sum tað loysir seg at vinna handilsliga, verður funnið. Føroyska miðfyrisitingin, Oljumálastýrið, var samstundis uppi til altjóða próvtøku og stóð seg sera væl.

Hesin spennandi parturin hevur ikki verið nógv viðgjørdur í fjølmiðlunum. Tað er sum føroyski almenningurin ikki enn hevur fatað teir stóru møguleikarnar, sum ein komandi oljuvinna hevur við sær, og tann týdning hon kann fáa fyri føroyskt vinnulív og fyri vælferðina í Føroyum komandi árini. Kanska er viðmerkingin hjá tí størsta oljufelagnum, sum fekk øki í fyrsta umfari, BP, vert at endurgeva. Í Press and Journal 18. august, verður ein stjóri í felagnum, Peter Rattey, endurgivin fyri at siga: Tey øki, sum eru veitt í dag eru millum tey mest lokkandi í heiminum. Hetta er atgongd til møguleikar í heimsklassa í dag.

Onkrar greinir hava tó verið, sum viðgera hesa serliga hending í føroyskari menningarsøgu.


Privati kapitalurin sigraði einsamallur í oljumálinum

Hetta var yvirskriftin í eini grein í Sosialinum at 29 august. Niðurstøðan hjá greinskrivaranum var, at við at lata privatum oljufeløgum loyvini í fyrsta útbjóðingartilfari, hava vit avreitt ogn hjá Føroya fólki. Í greinini verður sagt »at føroysk oljuáhugamál eru ikki longur almenn, sum politikarar skulu taka sær av.«

Ein rættuliga løgin viðmerking í einum samfelag, við tí búskaparligu skipan, sum Føroyar hava og ein óvæntað meting av møguleikunum hjá landsins myndugleikum at skapa vinnuligar karmar her á landi. Royndirnar seinastu nógvu árunum og serliga í kreppuni í 90?unum átti at hava lært føroyingar, at smálutastýring frá almennari síðu í virksemi, sum verður dyggari og betur rikið undir marknaðartreytum, er ikki til frama fyri vælferðina í Føroyum. At leikluturin hjá politisku myndugleikunum er at skapa tryggar karmar um vinnuligt virksemi, har privatur kapitalur og ikki skattgjaldarin, tekur bæði váðan og møguleikan fyri vinning, sum altíð er til staðar. Hitt almenna hesur aðrar inntøkumøguleikar, sum ikki krevja váðafúsan kapital og her ráða politisku myndugleikarnir við ábyrgd mótvegis veljarunum.

Fyrsta útbjóðingarumfar er eftir mínum tykki ein av mest væleydnaðu royndunum í Føroyum at skapa karmar um eina nýggja vinnu, sum bæði gevur pláss fyri menning og virksemi undir vanligum handilsligum treytum, og við avgjalds- og skattalóggávu tryggjar at samfelagið fær sín rímiliga part.


Hvussu skulu loyvini at bora eftir olju latast

Formaðurin óg skrivarin í Búskaparráðnum hava reist henda spurning í almennum høpi. Í eini grein herfyri høvdu teir m.a. hetta at siga.

Kenda náttúruríkidømið, sum kann geva búskaparligt íkast, er vaksið munandi um okkara leiðir seinastu árini. Hóskandi alisjógvur fekk nústaðni búskaparligt virði fyri fáum árum síðani. Kolvetni so sum olja og gass eru beint nú vorðin ein møguleiki, sum vinnuligur rakstur nú er í. Fiskur hevur verið tað í øldir, meðan jørðin hevur verið minkandi í tign í langa tíð.

Sum tøknin vinnur fram, ella kanska so hvørt sum nøgdin av øðrum tilfeingi minkar ella gerst dýrari, kunnu nýggjar keldur koma undan kavi, sum hava búskaparligt virði.

Hvør eigur so av røttum at fáa gagnið av ríkidøminum, sum er um okkara leiðir?

Tað eigur samfelagið sum heild. Vit skulu ikki bara syrgja fyri at borgararnir allir hava sama rætt til at fáast við tilfeingisvinnu, vit skulu eisini lata atgongdina til tilfeingi fyri tann prís tað til eina og hvørja tíð hevur. Til at tryggja at prísurin er tann rætti, er kapping á jøvnum føti um atgongdina oftast tann rætti mátin. Atgongdin til fiskiskap, aling og oljukeldur eigur at verða seld tí, sum kann lata mest fyri atgongdina, so at restin av samfelagnum fær sum mest í sín part fyri ognarrættin til ríkidømið. Hetta er higartil ikki gjørt í nøkrum av tilfeingisvinnunum ? fiskiskapi, alivinnu ella oljuvinnuni.

Orðaskifti, um hvør skal eiga ágóðan av loyvum, sum almennir myndugleikar geva, er í øllum londum rundan um okkum. Í Íslandi hevur sonevnda Auðlindanefndin, tilfeingisnevndin, júst lagt fram frágreiðing og tilmæli um hesar spurningar. Í fleiri londum eru rættindi til loftmiðlar seld á uppboði til høgan prís. Í Noregi ætlar stjórnin at selja aliloyvi í einum nýggjum umfari.

Men tað er ikki rætt, at oljuloyvini eru latin fyri einki. Tað var eitt útbjóðingarumfar, hóast ikki eitt vanligt uppboð, har hægsta boðið í peningi fekk loyvið. Men krøv og ein ein prísur var bundin at loyvinum, sum føroyskir myndugleikar hava sett og kundu meta um.

Eftir teimum loyvistreytum, sum føroyskir myndugleikar hava ásett, hevur tað samtak Atlants Kolvetni er partur av, Faroes Partnership roynt at geva tað besta tilboðið. Í hesum tilboðið hava serkunnleiki, dugnaskapur og vitan ein stóran leiklut, men har eru so sanniliga eisini pengar. Faroese Partnership gjørdi sær serligan ómak at geva krøvunum um føroyska luttøku í virkseminum innihald. Tey uppskot um førleikamenning og annað, sum fylgdu við umsóknini eru bindingar fyri eina tveysiffrað millónaupphædd verd næstu 6 árini. Fyri at kunna søkja eru keyptar seismiskar mátingar, sum í virði eru millum 100 og 200 mió kr. Samtakið hevur haraftrat bundið seg til eitt kanningar fyri fleiri hundr -að mió. kr., sama um olja verður funnin.


Vinnulívið hevur tikið stigið

Oljutíðin er byrjað í Føroyum, hóast olja enn ikki er vunnin á føroyska landgrunninum.

Sum tað verður sagt í grein hjá Kjartaní Kristiansen herfyri:

Møguleikarnir liggja í, at frálandavinna við Føroyar kann geva føroyskum fyritøkum tiltrongda høvið til at menna seg úr handaligum framleiðslu- og tænastuvirksemi í hátøkniligt tænastu- og menningarvirksemi. Úr virksemi, sum gevur lágt og svikaligt meirvirði, í virksemi við høgari meirvirðisøking. Úr virksemi, sum dúvar upp á ófaklærda arbeiðsmegi, sum er nøgd við óstøðug arbeiðspláss, í virksemi, sum bert kann klára seg við dugnaligari leiðslu og arbeiðsmegi, sum støðugt er í útbúgving og setir krøv um eggjandi arbeiðsuppgávur.

Atlants Kolvetni er føroyskt oljufelag við 2000 føroyskum partabrævaeigarum og einum kapitali, sum nærkast 50 mió. Tað samtakið, sum Atlants Kolvetni er partur í ?Faroes Partnership?, hevur lagt sera stóran dent á, at eitt komandi oljuvirksemi skal rótfestast í Føroyum í samvinnu við føroyskt vinnulív.

Í samband við fyrsta útbjóðingarumfarið, fer Atlants Kolvetni at broytast til veruligt oljufelag. Serkunnleiki skal útvegast við at seta fólk og virksemið skal grundast so væl sum møguligt á hetta fyrsta útbjóðingarumfar, seinni umfør og teir møguleikar yvirhøvur, sum eru innan oljuvinnuna.

Við oljuvinnuni er altjóðagerðin komin beint inn í føroyskt vinnulív, og hevur harvið hvest møguleikarnar at standa seg í kapping í altjóðahøpi um virðisskapan og tað dugnaliga fólkið.


Privat ella alment ?

Orðaskiftið um oljuvinnan skal vera á privatum ella almennum hondum er heldur óvæntað. Royndirnar í Føroyum av politiskari smálutastýring av vinnuvirksemi eru ikki góðar, og fóru fyri tað mesta fyri bakka í nítiárunum og hevur hetta millum annað ført til, at rakstrarstudningur er at kalla avtikin av politisku myndugleikunum og lønsemið, serliga í fiskivinnuni er vaksið munandi. Royndirnar at lata vinnuna standa á egnum beinum innan greiðar lógarkarmar eru væleydnaðar. Alivinnan er bert eitt dømi um hetta.

Uppskotið hjá búskaparfrøðingum um at tryggja, at loyvini ikki vera býtt út eftir politiskum avgerðum, men við at lata vinnurekandi bjóða upp á loyvini hevði verið enn eitt stig á leiðini, at gera føroyskar fyritøkur kappingarførar. Hetta er longu hent innan oljuvinnuna.

Tá føroysk vinnulívsfólk settu á stovn Atlants Kolvetni, høvdu tey í huga tað, sum Oljuráðleggingarnevndin hevði sagt um eitt alment oljufelag. Orsøkin til at Oljuráðleggingarnevndini gjørdi fitt burtur úr einum almennum oljufelag, var, at hon ikki helt tað vera sannlíkt, at privat feløg í Føroyum megnaðu at tryggja føroyska luttøku í oljuframleiðslu.

Atlants Kolvetni hevur gjørt eina samanbering millum hvussu avís endamál kunnu røkkast við einum almennum og einum sterkum, privatum, føroyskum oljufelag.

Sum tað sæst, megnar eitt privat felag at nøkta at kalla øllum teimum samfelagsligu málum, sum oljuráðleggingarnevndin helt skuldu setast.

Fyri teir, som stovnaðu Atlants Kolvetni, hevði tað harafturat stóran týdning, at virðisskapanin í einari møguligari oljuvinnu kundi kasta av sær til føroyskar fyritøkur, skapa meira íløgukapital og við hesum gera støðið undir føroyskum vinnulívi sterkari og meira fjølbroytt.


Niðurløga

Tað hevur avgerandi týdning fyri framtíðar føroyska vælferð, at vit hava eitt fjølbroytt, livandi vinnulív, sum stendur seg í tí hørðu kappingini í heiminum.

Tey stóru oljufeløgini tykjast sera bjartskygd um møguleikarnar undir Føroyum. Stóri áhugin fyri fyrsta útbjóðingarumfarinum stórum altjóða oljufeløgum og orð sum ?world class primary acreage? vísa, at vit helst eru nærri einari beinleiðis framleiðslu av olju undir Føroyum, enn tey flestu gáa um.

Men sama um tað eydnast at finna kolvetni, sum kann vinnast í fyrstu atløgu, so er vinna í samband við oljuvirksemi komið fyri at vera og fer at leggja lunnar undir vøkstri í føroyskum vinnulívi og føroyskari vælferð í komandi tíð.