Oljan til Havnar

OLJUKAPPINGIN. Størri tænastuútboð í Tórshavn hevur sambært Tórfinn Smith við sær, at oljufeløg av sær sjálvum fara at vera áhugað í at vera so tætt høvuðsstaðnum, sum gjørligt

Tórfinn Smith, formaður í havnarnevndini í Tórshavn, er ikki í iva. Oljufeløgini fara av egnum áhuga at leita sær til Havnar. Orsøkina heldur hann vera, at høvuðsstaðurin hevur nógv mest at bjóða á tænastuøkinum.

- Okkar styrki fram um aðrar er, at samlaða tænastuútboðið er so stórt. Og vit fara at gera tað, sum stendur í okkara valdi at nøkta tørvin hjá oljufeløgum, um oljuvinnan verður veruleiki. Men vit renna ikki avstað beinanvegin við spaka og sementi. Fyrst skulu vit vita, hvønn tørv feløgini hava, sigur Tórfinn Smith, sum heldur tað vera klókast at gera ítøkiligar íløgur so seint sum gjørligt til tess at sleppa undan at binda pening í óvirknar íløgur.


Sund er egnað

Úr øllum herðashornum hoyrast røddir, ið tala fyri júst sínum øki í sambandi við oljuvinnu. Firðir og sund verða dúgliga róst, og stórur dentur verður lagdur á at greiða frá, hví júst tann ella tann fjørðurin er best egnaður sum oljuhavn.

Men formaðurin í havnarnevndini í Havn heldur tað ikki vera nakra loynu, at økið á Sundi er væl egnað; serliga tí virksemið hjá oljufeløgunum á hendan hátt fer at vera so tætt við Tórshavn.

- Ein og hvør vinna vil virka har, ið best liggur fyri at vera. Ætlar tú tær t.d. at hava kiosk, so setir tú kioskina upp, har ið bestu útlitini eru fyri, at hon fer at bera seg, heldur Tórfinn fyri.


Gott samband

Sambært Tórfinn leggja myndugleikarnir í Havn stóra orku í at vera fyrireikaðir til oljuvinnuna. Kommunalu oyrini í høvuðsstaðnum standa á tambi, tá ið útlendsku oljufeløgini gera vart við tørv sín á tænastum.

Og Tórfinn Smith staðfestir, at Tórshavnar Býráð hevur gott samband við hesi feløg. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.

?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.

Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.

? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.

?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.

? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.