Franska blaðið Liberation hevur avdúkað eitt loyniligt bræv, sum leiðslan hjá libysku uppreistrarmonnunum skrivaði fronsku stjórnini tann 3. apríl.
Í brævinum skrivar uppreistrarleiðslan, at fransmenn kunnu fáa 35 prosent av landsins ráoljuframleiðslu, um uppreitsrarmenninir kunnu fáa politiskan stuðul úr Fraklandi afturfyri.
Síðani uppreistrarmenninir tóku seg inn í høvuðsstaðin Tripoli, hava fleiri lond í Evropa kappast um at fáa sáttmála við teir um atgongd til landsins oljuríkidømi.