Umhvørvisstovan skrivar, at føroyska samfelagið er framvegis í stóran mun tengt at olju, ið stendur fyri 88,2 prosentum av orkunýtsluni.
Varandi orkukeldur, sum vatn, vindur og biogass, standa fyri umleið 9–10 prosent.
Skipaferðslan stendur fyri størsta partinum av orkunýtsluni við 43,8 prosentum. Ferðslan á landi nýtir framvegis mest olja, men talið av elbilum er nú farið upp um 3.000.
Oljunýtslan til upphiting er seinastu 15-20 árini minkað úr umleið 50.000 tonsum niður í 33.000 tons, hetta er ein minking á 34 prosent, hóast fólkatalið er vaksið við 20 prosentum sama tíðarskeið.
Elframleiðslan var 506 GWh í 2025. Hóast framleiðslan veksur, er grøni parturin minkaður úr 53 prosentum niður í 51 prosent, millum annað tí at ongar nýggjar vindmyllur eru settar upp.
Hitapumpur hava vaksandi týdning og lótu í 2025 126 GWh til upphiting.
Les meira um orkunýtsluna her Orka - Umhvorvisstovan










