Oljuavgjald

Gerhard Lognberg
løgtingsmaður

Oljan er blivin ein marra fyri húsarhaldið. Man kann siga, at ein nýggjur skattur er lagdur á fólkið.
Ein kann altíð tosa um, hvat er skattur og ikki. Men tá ið oljuprísurin er farin so søguliga høgt upp, má okkurt gerast. Í skrivandi løtu síggi eg, at John Jóhannesen kemur inn á tað sama.
Eg vil siga, at eg eri samdur í, at vit skuldu strikað skattalættan fyri at brúkt tann peningin, so fólkið fekk bíligari olju. Við hesi broyting verða øll stuðlað, og skattalættin kemur á eitt turt stað hjá okkara borgarum, bara í øðrum hami.
Men vit hava eina samgongu og eitt samgonguskjal. So her er neyðugt at samgongan kann semjast um hesa broyting. Sum eg skilji, ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum helst at skattalættin verður eftir tí leisti, sum samgonguskjalið sigur.
Í morgin hósdagin, kemur uppskot frá Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum fyri í tinginum um at avtaka oljuavgjaldið.
Teir vísa á í uppskotinum, at 30/3-2000 var lógin um oljuavgjald broytt av undanfarnu samgongu. Hetta var ein feilur, sum undanfarna samgonga gjørdi við hesi lógarbroyting.
Um ikki tað var hent, hevði prísurin regulerað seg sjálvan.
Tað sum eg vil siga er, at samgongan eigur onkursvegna at rætta upp á oljuprísin. Fólkið klárar ikki hesa byrðuna. Hetta at oljan hækkaði so ógvusliga, kom óvart á øll.
Um ikki hetta uppskot frá Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum verður samtykt, so eiga vit í samgonguni at koma við okkara egna uppskoti ongantíð ov skjótt!