Oljufeløgini boðin til fundar I august

Fyri fyrstu ferð síðani leitiloyvi vórðu latin í 2000 fara føroyskir myndugleikar nú at umrøða treytirnar við oljufeløgini

Fyrstu leitiloyvini á føroyska landgrunninum vórðu latin í ár 2000 tvs. fyri góðum seks árum síðani. ì vetur verður 3. loyvisrundan latin upp, og í hesum sambandi hevur Jarðfeingi boðsent øllum loyvishavarum tvs. oljufeløgum, sum hava loyvi at bora eftir olju og gassi á landgrunninum, til fundar í Havn. -Hetta verður gjørt tí vit vilja hava at vita frá oljufeløgunum, hvussu skipanin við treytum og reglum hevur virkað øll hesi árini, og um ynski eru um broytingar og ábøtur sigur Sigurð í Jákupsstovu.

 

Jarðfeingi arbeiðir annars við at fáa 3. leitiumfar uppá pláss. Øki eru útpeikað og skulu síðani vera fundir við ymsar stovnar, sum vara av eitt nú umhvørvinum, fiskastovnunum osfr. Tá alt hetta arbeiðið er liðugt verður so uppskot til 3. útbjóðingina lagt fyri løgtingið. Eftir ætlanini verða loyvi latin oljurfeløgunum um nýggjarsleitið.

 

Sigurð í Jákupsstovu sigur, at føroyskir oljumyndugleikar eins væl og oljufeløgini bíða spentir eftir at frætta úrslitið frá stóru boriverkætlanini beint hinumegin markið, har Chevron, Statoil, OMV og DONG eru í ferð við at bora næsta av trimum avmarkingar- og metingarbrunnum á Rosebank/Lochnagar oljukelduni, sum varð funnin nøkur ár herfyri. Tá fyrsti brunnurin varð boraður sá tað gott út. Tað er pallurin Transocean Rather, sum borar hesar brunnarnar.