Tá føroyingar finna olju, fer danska stjórnin at mótrokna føroyskar oljuinntøkur í blokkstuðulinum. Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld.
Norðlýsið spurdi donsku stjórnina, hvørt danska stjórnin kundi hugsast at mótrokna eyka inntøkurnar frá nýggja avreiðingarskattinum í blokkstuðulinum.
Svarið frá donsku stjórnini er fyrst og fremst at soleiðis verður ikki. Stjórnin svarar, at einki beinleiðis samband er ímillum inntøkur landskassans og støddina á ríkisveitingini, og hetta verður ikki broytt nú.
Tó, sigur danska stjórnin, um Føroyar finna olju í undirgrundini, fer danska stjórnirn at mótrokna tær eyka inntøkurnar í ríkisveitingini. Hetta verður gjørt sambært avtaluni millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina um undirgrundina, undirskrivað 22. desembur 1992.