Oljuleiting á Atlant-mótinum ikki steðgað

Greenpeace fær ikki viðhald í Hægstarætti um at steðga oljuleiting á Atlantsmótinum


Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace sleppur ikki í rættin við bretsku stjórnin í royndini at stegða øllum oljuvirksemi á Atlantsmótinum tvs. nýggju oljuleiðunum vestan fyri Hetland og Hebridurnar.

Felagsskapurin hevur gjørt vart við, at bretska stjórnin hevur forbrotið seg móti einum EU-direktivi, tí sokallaða ?Habitat direktivinum?, sum snýr seg um at verja og varðveita ávís viðkvom umhvørvi.

Greenpeace hevur víst á, at tað á djúpum vatni millum Hetland og Føroyar finnast koralriv, sum kunnu oyðileggjast, um ein oljuleiting sleppur í gongd. Felagsskapurin hevur tí lagt málið fyri Hægstarætt í London við vón um, at dómstólurin stegðar 17. leitingarumfarinum í bretskum øki, meðan umfatandi umhvørviskanningar verða gjørdar. Um dómstólurin hevði tikið undir við kravinum hjá Greenpeace hevði hetta fingið sera álvarsliga fylgjur fyri oljuleitingina vestan fyri Hetland. Helst høvdu oljufeløgini verið noydd til at steðga øllum arbeiði í 2-3 ár.

Nú hevur so Hægstirættur víst aftur kravinum frá Greenpeace. Ein orsøkin til at vísa tí aftur er tann, at tað er so long tíð farin, síðani at 17. útbjóðing varð kunngjørd. Greenpeace átti at verið komið við hesum fyrr.

Greenpeace sigur við bretska blaðið The Independent, at tað nú kannar aðrar útvegir fyri at stegða virkseminum. Møguliga fer felagsskapurin at appelera málið við at klaga til Europaráðið, soleiðis at líknandi krøv kunnu verða sett fram, tá stjórnin í framtíðini fer at bjóða út øki.