Fyrsta útbjóðing til ljuleiting er tískil nú um at byrja, og skjøtil verður skjótt settur á oljuleiting á føroyskum øki. Oljufeløgini hava bíðað leingi, og hava verið tolin, meðan føroyingar hava fyrireikað seg, men vit mugu ikki gloyma, at ein høvuðsorsøkin til, at alt hetta hevur tikið tíð eru tær samráðingar, sum hava verið um markið millum Føroyar og Bretland.
Seinasti parturin av skattapakkanum - lógaruppskotið um serligan skatt á oljuframleiðslu - var einmælt samtyktur á tingi og nú henda lóg verður kunngjørd, er samlaða skattatrýstið á oljuframleiðslu kent. Í hesum sambandi hevur Sosialurin vent sær til Fíggjarmálastýrið, sum saman við Oljumálastýrinum hevur staðið fyri at evna til skattatreytirnar, sum oljufeløgini skulu undir. Regin Hammer, fulltrúi og oljubúskaparfrøðingur vísir á, at markskatturin (marginalskatturin) verður hesin: Talva
Leggið tó til merkis, at serskatturin hækkar í stigum, alt eftir hvussu stóran vinning tann ávísa oljuleiðin kastar av sær. Tey 57,1% er so tað hægsta skattaprosentið, ið ein oljuleið kann koma at gjalda við uppskotnu skattaskipanini. Myndin niðanfyri vísir hvussu markskattatrýstið broytist, alt eftir hvussu stóran vinning oljuleiðin kastar av sær.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um serskatt eru nakrar útrokningar av møguligum skattainntøkum gjørdar. Útrokningarnar eru gjørdar út frá einari oljuleið á stødd við Foinaven oljuleiðina, sum liggur í Hetlandsrennuni, bretsku megin markið. Hendan leið er 250 mió. føt til støddar. Framleiðslu-, og kostnaðarprofilur eru gjørdir út frá upplýsingum frá viðurkendu bretsku ráðgevarafyritøkuni Wood Mackenzie. Fíggjarmálastýrið vísir á, at útrokningarnar í viðmerkingunum til lógaruppskotið eru har, fyrst og fremst til tess at vegleiða hvussu ymisku skattirnir verða roknaðir, ikki til tess at vísa á hvussu stórar skattainntøkurnar kunnu verða. Tó hava nógvar gitingar verið seinastu árini um, hvussu nógv ein møgulig oljuvinna kann geva føroyska landskassanum. Omanfyri nevndu útrokningar vísa, at við einum oljuprísi uppá $17/fat, so kann árliga inntøkan til landskassan koma upp á uml. 800 mió. kr. um árið av einari leið. Um nútíðarvirðið av skattainntøkunum frá slíkari oljuleið undir givnu treytunum verður býtt við framleiðandi árunum, so sæst at ein slík leið kann geva í miðal 141 mió. kr. av sær um árið í nútíðarvirði tey 16 árini hon framleiðir.
Um farið verður víðari við hesum, so kundu spekulativar samanteljingar verið gjørdar. T.d. at tað tekur einar 6 keldur av hesi stødd við líknandi oljuprísum til, at Føroyar kunnu hava eins stóra árliga inntøku av olju sum av ríkisstuðlinum úr Danmark. Um so funnu keldurnar eru størri enn tey 250 mió. føt sum dømið omanfyri er roknað við ella um oljuprísurin er hægri, so kann úrtøkan til føroyska landskassan enntá vera størri enn upphæddin, ið nú verður veitt sum ríkisstuðul.
Fíggjarmálastýrið leggur tó stóran dent á, at slíkar útrokningar mugu takast við sera stórum fyrivarni, og kunnu bert í besta føri vera vegleiðandi (og í versta føri villeiðandi). T.d. er ikki greitt, um kostnaðirnir, sum roknað hevur verið við, eru rættir, tí ongin hevur fyrr roynt at leita eftir, og framleitt olju á føroyskum øki fyrr. Sum flestu kunnugt liggur eitt basalt-lag omaná størsta partinum av føroyska landgrunninum, og hetta kann hava stóra ávirkan á kostnaðin at bora oljubrunnar. Harumframt er stór óvissa um, hvussu nógv oljufeløg fara at søkja um loyvi at leita eftir olju í fyrsta útbjóðingarumfari. Eisini er óvissa um, hvussu nógvan pening feløgini fara at brúka at leita fyri í føroyskum øki. Hetta eru viðurskifti, ið hava alstóran týdning fyri, hvussu stór úrtøka landsins verður av einari møguligari oljuvinnu.
Tá fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum um serskatt var í tinginum, varð spurt eftir einari meting av úrtøkuni til føroyska landskassan av einari oljuvinnu, og ikki bert av skattainntøkum, men eisini av tí avleidda virkseminum. Útrokningarnar hjá Fíggjarmálastýrinum taka ikki hædd fyri møguligum avleiddum virksemi, m.a. av tí orsøk at hetta verður mett sum ein ógjørlig uppgáva tí ikki ber til at siga hvussu nógvir brunnar verða boraðir, hvussu nógv avleitt virksemi verður, hvussu nógv av hesum virksemi verður í Føroyum: Av hesum orsøkum ber heldur ikki til at siga hvørjir ?ring-virkningarnir? verða.