Jóannes Eidesgaard
formaður Javnaðarfloksins
Beint fyri jól í 1992 skrivaðu Atli Dam og Poul Schlüter undir avtaluna, sum gav okkum rættin til ráevnini í føroysku undirgrundini. Og hetta var samstundis byrjanin til ein møguleika ? byrjanin til eina nýggja byrjan.
Í semja og sátt fóru føroyskir politikkarar undir at gera neyðugu fyrireikingarnar til eina møguliga føroyska oljuvinnu. Fyrst var neyðugt at fáa neyðugu lóggávuna gjørda, soleiðis at veruligu fyrireikingarnar kundu byrja. Ein oljuráðleggingarnevnd varð vald, samstundis sum lunnar til tað, sum vit í dag kenna sum Oljumálastýrið, vórðu lagdir.
Og semjan var eyðkennið fyri politisku handfaringina fyrstu árini. Uttan mun til hvønn flokk, menn hoyrdu til og uttan mun til, um talan var um samgongu ella andstøðu, so eydnaðist at fáa hetta stórmál loyst úr lagdi í sátt og semju.
Og einki er at ivast í, at breiða politiska undirtøkan hevur ført við sær virðing í útheimi. Vit vístu, at føroyingar vildu, at hesin møguleiki skuldi verða okkara. Vit fóru seriøst til verka.
Men tíverri megnaði vit ikki at halda fast um breiðu semjuna. Okkum so líkt, so komu ymisk áhugamál at gera, at nú var tað knappliga samgongan, sum segði, hvussu fram skuldi farast. Oljumálið gjørdist sum øll onnur mál ein vanlig togan millum flokkar og millum samgongu og andstøðu. Spell var tað.
So leingi málið var í stoypiskeiðini og undir fyrireiking, so gekk. So leingi málið ikki var ítøkiligt, bar til. Møguleikin fyri breiðum semjum var bert var til staðar, so leingi eingi privat áhugamál lógu í oljumálinum. So títt og knapt, at nøkur privat kapitalistisk áhugamál komu við inn í oljumálið, so gingu politikkara hvør sína leið. Vit vita, hvørjir renna teirra ørindir, og vit vita, hvørjir ikki gera tað.
Hvør átti dagin
17. august 2000?
17. august vórðu fyrstu loyvini til leiting og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini givin á samkomu í Norðurlandahúsinum, har Eyðun Elttør, landsstýrismaður handaði loyvini. Nógv fólk var, sum vera man, komið saman bæði her heimanífrá og úr útlondum.
Eisini rættiliga nógvir politikkarar høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið, men vóru tó fámentir í mun til allar teir nálastrípaðu, sum umboðaðu oljufeløgini. Og hetta var eisini teirra dagur burturav. Eg kundi ikki lata vera við at hugsa um, hvussu stórur partur av hesari vælklæddu samkomu mundi hugsa um, hvussu føroyski pallaba kundi tryggjast at fáa sum mest burtur úr hesi nýggju vinnu? Men hin vegin, var tað nú teirra uppgáva?
Søguligur var dagurin, ongin ivi um tað, men eg má siga, at tað sanniliga var við blandaðum kenslum, at henda løta varð eygleidd. Hetta var dagurin, tá ein meiriluti á Føroya Løgtingi lat ein veruligan almennan møguleika gleppa okkum av hondum. Ein møguleiki, har almenna Føroyar kundi gjørst virkin partur av einari føroyskari oljuvinnu. Hetta var dagurin, tá almenni føroyski oljuídnaðurin gjørdist privatur.
Tvey privat
? og einki alment
Gaman í, tvey føroysk oljufeløg vóru partar av útlendskum oljusamtøkum, sum fingu loyvi, men almenna Føroyar var ikki við. Føroyska umboðanin var latin til Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni, sum bæði eru privat feløg, meðan felagið hjá vanliga føroyinginum ikki var við. Sjálvandi kann onkur siga, at tað er bara at bjóða seg fram sum partaeigara í hesi føroysku feløgunum. Men partaeigarar hava nú einaferð allir tað til felags, at teir eiga pengar, sum teir hava ráð til at seta í eitt felag.
Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni hava gjørt rætt. Tey hava tikið av einum møguleika, sum politiski meirilutin hevði givið teimum ? politikkararnir høvdu tæað teimum lendið. Og privatu áhugamálini hjá áðurnevndu feløgum hava ikki forðað vanliga føroyinginum at verið við í einum almennum føroyskum oljufelag, men 17 tingmenn hava forðað øllum føroyingum henda møguelika. Tá politiska hagreiðingin gjørdist, sum hon gjørdist, so má sigast, at tað var hóast alt gleðiligt, at nøkur fá føroysk áhugamál vóru umboðaði.
Hetta ynskti samgongan
Tað, sum eg her sipið til, er, at sjálvandi skuldu vit havt tryggjað okkum við einum almennum føroyskum oljufelag, sum skuldi havt optión í øllum givnum loyvum. Og júst soleiðis ljóðaði uppskotið, sum ein minniluti í vinnunevndini skjeyt upp: »Í loyvum sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin treyta sær, at eitt møguligt alment føroyskt oljufelag skal kunna fáa ein part í loyvinum (optión), sum er millum 1% og 5%.«
Men hetta uppskot fekk bert 14 atkvøður (Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin), meðan 17 vóru ímóti (Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin). Og sostatt hevur sitandi samgonga sagt, at tað almenna skal ikki aktivt inn í eina føroyska oljuvinnu, og at hesin rættur skal falla til tey fáu útvaldu í Føroyum, sum sita inn við kapitali.
Og uppskotið var nú bert at lata upp fyri einum almennum møguleika ? men gakk.
Oljuútgerðarhavnin
Í spurninginum um, hvar ein oljuútgerðarhavn skuldi liggja, so vísti tað seg aftur, at ikki bar til at fáa semju. Meirilutin mælti til, at hesin spurningur skuldi latast upp í hendurnar á oljufeløgunum at gera av, meðan ein minnilutin mælti til, at ein politisk avgerða varð tikin.
Minniluitn brúkti sum sína grundgeving fyri einari politiskari avgerð, at á henda hátt hevði borið til at tikið hædd fyri teimum strukturellu trupulleikum, sum eru í okkara samfelag. Trupulleikar, har vit frammanundan hava eina alt ov sterka miðsavnan, meðan øki er í landinum, sum bara ganga eftir hæli, bæði hvat fólkatali og vinnumøguleikum viðvíkur.
Minnilutin mælti í hesum sambandi til, at útgerðarhavnin varð løgd í Suðuroynni, soleiðis at hesin partur av landinum fekk ein møguleika. Oljufeløgini høvdu tikið eina slíka avgerða sum heilt náttúrliga og høvdu innrættað seg eftir tí.
Men nú er hesin spurningur latin oljufeløgunum at gera av, og sjálvandi verður avgerðin tikin eftir tí, sum tænir teimum og ongum øðrum best.
Hvat gjørdu norðmenn?
Áhugavert er at siggja í bløðunum, at norski forsætismálaráðharrin Jens Stoltenberg í røðu síni, tá hann setti oljuráðstevnuna í Stavanger m.a. segði, at fyri 100 árum síðan var Noregi eitt fátækt land, men at farna øldin er søgan um, hvussu teir abeiddu seg burtur úr vesældóminum. Víðari segði hann, at útlendski pengarnir, vitanin og ráðgevingin vóru neyðug. Men at teir syrgdu eisini alla tíðina fyri, at eftirlit og eigaraviðurskiftini vóru á almenum hondum.
Og hetta kundi eisini verið okkara leistur, um enn í minni málistokk.
Poul Mohr nýtti eina so góða mynd við monnunum undir neystavegginum í einari blaðsamrøðu. Og tað er rætt, at har nyttar ikki at standa, men nú er bara støðan tann, at nakrir fáir eru slopnir upp í part, meðan vanligi føroyingurin verður standandi undir neystavegginum. Ikki tí, at hann ynskti tað, men tí at ein meiriluti á tingi ynskti hann standandi undir neystaveggin.
Hyggja vit í bløðini, sum í dag skriva um hesa nýggju avbjóðing, so eru ikki longur føroyskir politikkarar millum teir, sum úttala seg. Og orsøkin er tann einfalda, at føroysk oljuáhugamál eru ikki longur almenn, sum politikkarar skulu taka sær av. Vit hava avreitt hetta tilfeingið til tey privatu áhugamálini.
Í staðin síggja vit nú samrøður og myndir av nýggju fólkunum í føroyskari oljuvinnu m.a. Poul Mohr, Kjartan Hoydal, Olaf Olsen og Niels Sørensen. Teir hava so teirra lógligu áhugamál at røkja, men neyvan eru tey fóksins áhugamál.
Líkt er til, at hugtakið »fólksins ogn« fyri samgonguna hevur ein heilt annan týdning, tí støðan í okkara fiskivinnu er uppaftur meira døpur.
Víðari perspektivir
Um politikkarar og harvið føroyingar í fyrsta leiki mistu møguleikar, so er tað tó greitt, at ein munagóð oljuskattalóg fer at geva samfelagnum inntøkur, um olja verður funnin. Tá er tað umráðandi, at vit politikkarar taka skilagóðar avgerðir um, hvussu hesar inntøkur skulu handfarast.
Líkt er til, at tað fer at bera til, at vit kunnu vinna eina breiða politiska semju um, at hesar inntøkur veruliga verða skynsamt nýttar.
At vit fyrst og fremst gera okkum búskaparliga sjálvbjargnar fult og heilt, at vit virðiliga gjalda fyri tær tænastur, aðrir gera okkara vegna, at vit framhaldandi útbyggja samfelagið og tess tænastur, og at vit tryggja okkara eftirkomarum teirra part av hesum ágóða.
Men samstundis verður tað ein sera krevjandi politisk avbjóðing at skipa so fyri, at okkara samfelag ikki missir seg burtur í hesi nýggju vinnu. At okkara høvuðsvinna framhaldandi fær umstøður, har vitan og førleiki kann trívast og styrkjast, tí tað kemur aftur tann dagur, at henda verður álitið.
Og á annan hátt, at vit skipa so fyri, at árinið frá hesi nýggju vinnu ikki kolrennur tað, sum annars er eyðkennini fyri hetta samfelagið. At vit ikki sum áskoðarar síggja føroysk virði og føroysk sereyðkenni fara í søguna. Tí verður høvuðssetningurin hjá okkum politikkarum at bera so í bandi, at henda nýggja vinna fær so lítla negativa ávirkan á okkara umhvørvið, mentan, vinnu, arbeiðsumstøður og búskap sum gjørligt. Hetta seinasta er í sjálvum sær ein risaavbjóðing.
Stutt sagt, at fáa sum mest burturúr, uttan at vinnan kollsiglur okkum verandi samfelag. Vónandi fer tíðin at vísa, at føroyskir politikkarar fara at megna at standa saman um hesa avbjóðing.