Endamálið: Tjóðarbygging
? Olja er avmarkað og ótrygt grundarlag. Møgulig olja og oljuvirksemi skal nýtast til tjóðarbygging, og má tí styrkja samhaldsfestið, nýggja menning og ábyrgd mótvegis komandi ættarliðum.
Amboðini:
Fólkaræðið
Grundlógarfest ogn Føroya fólks:
? Vit skulu grundlógarfesta, at tilfeingið er ogn Føroya fólks og at møguligt oljuvirksemi og oljuinntøkur, skulu nýtast allari tjóðini og øllum oyggjum okkara at gagni.
Grundlógarfest
avmarking:
? Vit skulu grundlógarfesta, at skatta- og avgjaldsinntøkur av hesum felags tilfeingi skulu í búskapargrunn til komandi ættarlið, og at vit bert kunnu nýta renturnar til:
a) Íløgur í mentan, útbúgving og gransking
b) Íløgur í samferðslu- og samskiftisnetið hjá øllum føroyingum, so at øll pláss verða bundin saman innanhýsis í Føroyum og vit fáa fyrsta floks samband til útheimin
Sosial dubbing:
? Vit skulu grundlógartryggja eitt alment fíggjað heilsuverk og almannaverk, so øll hava somu tilboð uttan mun til inntøku
Mentanarlig dubbing:
? Vit skulu fasthalda eitt spjatt bústaðarmynstur og lóggeva fyri, at tey fastbúgvandi hava rættin til jørð, ognir og lunnindir á staðnum
? Vit skulu styrkja og samskipa alt okkara almenna skúlaverk, so nútímans útbúgving og eftirútbúgving á føroyskum kjøli stendur øllum ungum og eldri í boði
? Vit skulu samstarva um útbúgving og gransking við so mong lond, sum gjørligt
Vinnulig dubbing:
? Nei til rakstrarstudning ? møguligar oljupengar mugu ikki brúkast sum studningur til aðrar vinnur.
? Vit skulu leggja karmarnar fyri nýggjum vinnum við íløgum í útbúgving, gransking, samskiftis- og samferðslukervi
Spjaða virksemið:
? Vit skulu áleggja landspolitiskt, at oljuvirksemið verður spjatt kring landið. Einstøk pláss í landinum mugu ikki gerast heft og kollrend av oljuvirksemi - mentanarliga og fíggjarliga ? meðan onnur fána burtur í kappingini
1. Skott millum alment og privat
? Krøv skulu setast vinnuni frá einum sterkum oljumálastýri, sum tryggjar at alt verður gjøgnumskygt og at tað er føroyska fólkaræðið, sum stýrir pengum og broytingum ? og ikki umvent
Umhvørvis- og tilfeingisumsiting:
? Vit skulu brúka oljuvirksemi sum eitt fyridømi fyri altjóða tilfeingisumsiting, har tjóðin setur krøv til umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi, trygd og felags gagn.
Lopfjøl til altjóða menning:
? Vit skulu brúka oljuvirksemi sum lopfjøl til føroyskt vinnulív og føroyska almenna umsiting at fóta sær og vinna sær virðing í altjóða kappingini.