Oljuprísir og alternativ orka á oljuráðstevnu

Mikudagin 17. januar skipar Oljuvinnufelagið hjá Vinnuhúsinum fyri oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum.

Oljuráðstevna
Jan Müller
[email protected]

Hetta er tann ráðstevnan, sum verður hildin á hvørjum ári. Hesaferð er rættiliga fjølbroytt skrá. Fokus verður sett á oljuleitingina við Føroyar, á oljuprísir og á alternativar orkumøguleikar.

Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum sigur, at tey í ár royna at seta skjøtilin á fleiri ymsar tættir í olju- og orkumálum. Fyrst og fremst verður ljóskastarin settin á oljuleitingina við Føroyar. Bert fáar mánaðar eftir ráðstevnuna verður eftir øllum at døma borurin settur í føroyska basaltið fyri fyrstu ferð. So hetta er eitt sera aktuelt evni at taka upp á oljuráðstevnuni.

Síðani stendur oljuprísurin fyri tørni tvs. hvørja ávirkan hann hevur á føroyska samfelagið.

Seinnaparturin er settur av til eitt sera viðkomandi evni, nevniliga alternativ orkuveiting í einum føroyskum høpi. Ein orsøkin til at man hevur valt hetta evnið er tann, at oljuprísurin er so høgur, og at hann tá hevur sera stóra ávirkan á okkara búskap. Magni Arge sigur, at hetta er eisini ein orsøk til, at man ikki bara hyggur at gongdini í oljuleitingini men eisini fer til kjarnuna í orkumálinum sum heild. Og tá er tað so náttúrligt at fylgja hesum upp við at hyggja at teimum orkuhættum, sum vit brúka í dag og hvørjar aðrar tættir, sum eru minni oljukrevjandi, man kann taka upp.

-Kunnu vit føroyingar ganga undan í menning av alternativum orkuveitingum, tá er greitt, at hetta verður serstakliga spennandi. Her hugsi eg um alduorku men eisini um aðrar orkuhættir. Danir hava m.a. fingið nógv burtur úr at vera frammaliga í vindorku, og íslendingar hava verið frammaliga í brintorku. So kunnu vit ganga undan eitt nú innan aldurorku og annars troyta aðrar orkukeldur í størri mun, so hevði tað havt alstóran týdning.

Ráðstevnan er fyri bæði føroyingar og útlendingar. Hon verður á enskum máli.