Oljuprísirnir farnir um pínumarkið

Prísurin á norðsjóvarolju fór upp um 142 dollarar fyri tunnuna í síðstu viku, og hetta er met, sigur oljuanalytikarin, Rikard Hammer, við Aftonbladet - Trongur og órógvandi marknaður, minkandi framleiðsla uttanfyri OPEC og stórur eftirspurningur, serliga í Kina.

Hetta er orsøkin til, at eftirspurningurin eftir olju er so stórur.

Tað sigur oljuanalytikarin, Rikard Hammer.

Hann vísir á, at órógv í londum sum Nigeria, Irak og Meksiko økir eisini um prísirnar.

Rikard væntar, at prísirnir fara at fella nakað aftur í summar orsakað av einum meira hóvligum eftirspurningi og veksandi framleiðslu í OPEC.

- Tað er ómøguligt at spáa um, hvussu høgir prísirnir kunnu gerast, tí oljuprísirnir hækka eisini orsakað av ótta og framleiðsluórógvi.

Rikard Hammer væntar ikki, at høgu oljuprísirnir fara at halda sær í longdini og heldur, at prísirnir eru farnir um pínumarkið í mun til, hvat heimurin megnar.

Kortini væntar oljuanalytikarin, at prísirnir fara at hækka nakað aftrat, áðrenn teir fara at fella aftur.

Forsetin í OPEC, Chakib Khelil, sigur í eini samrøðu, at oljuprísirnir helst fara at koma upp á 170 dollarar fyri tunnuna.

Chakib Khelil væntar, at eftirspurningurin eftir olju fer at veksa, samstundis sum dollarin framhaldandi fer at fella.