Oljuprísurin bara hækkar

Serfrøðingar rokna við, at oljuprísurin hækkar enn meira. Higartil eru høgu prísirnir tó ikki nakar stórvegis meinbogi fyri føroysku húsarhaldini

OLJA

 
Oljuprísurin er í skrivandi stund 66 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tann hægsti prísurin á ráolju nakrantíð, og samstundis er dollarin komin rættiliga væl fyri seg. Enn verður olja ikki pumpa úr føroysku undirgrundini, og tískil hevur høgi prísurin bert neiliga ávirkan á føroyska samfelagið.
Serfrøðingar rokna við, at oljuprísurin hækkar enn meira
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Peak Oil
Nógvar eru metingarnar um, hvør prísgongdin verður fyri oljuna. Ein av teimum, sum vekir nógvan ans í løtuni, og eisini tann mesti dapurskygda, er peak oil ástøðið. Uppkallað eftir einum jarðfrøðingi snýr ástøðið seg í stuttum um, at eftirspurningurin eftir olju veksur og vekstur, og framleiðslan megnar ikki altíð at fylgja við. Tað merkir ikki, at eingin verður eftir. Tað merkir, at eftirspurningurin er so stórur, at tað verður trupult at fylla goymslurnar, og harvið verður veksur prísurin enn meira. Nær tað sokallaða peak verður er ilt at meta um. Eitt boð er 2007, men eisini onnur boð eru. Teir mest svartskygdu serfrøðingarnir rokna við, at oljuprísurin hækkar seksfalda, og aðrir rokna við, at prísurin bert verður tvífaldaður.
Serfrøðingarnir, ið heilt ella partvíst taka undir við peak oil ástøðinum, meta, Tað kann vera, at prísurin lækkar eitt avmarkað tíðarskeið í næstum, men serfrøðingar meta, at í prísurin fer at hækka yvir longri tíð.
Viðurkenda blaðið The Economist skrivar í seinastu útgávuni, at vøksturin í búskapinum er størri enn vøksturin í oljuprísum orsaka av støðuni í Kina, sum bæði krevur meira olju, men eisini innflytur nógv meira vøru. Tað vil siga, at økti eftirspurningurin eftir øðrum vørum enn olju er so stórur, at tað munar ikki stórvegis, at oljan er vorðin so dýr.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki til at vita
Stjórin fyri Statoil í Føroyum, Niels Juel Nattestad, heldur tað vera púra ómøguligt at siga nakað um, hvør prísgongdin verður.
-        Spyrt tú fimm ymsar serfrøðingar, so fært tú fimm ymisk svør, sigur Niels Juel Nattestad.
Men hann ásannar, at tað er ein stór risiko fyri, at prísurin á olju framhaldandi fer at hækka. Og eftirspurningurin hjá føroysku kundunum ávirka als ikki prísin. Føroyingar mugu finna seg í tí prísi, ið verður ásettur á heimsmarknaðinum.
- Í løtuni er eingin goymsla av týdningi, og tískil ber ikki til at økja framleiðsluna fyri at lækka prísin. Men tað er spurningurin nær keypararnir ikki kunnu fylgja við prísinum, soleiðis at eftirspurningurin lækkar, sigur Niels Juel Nattestad.
Statoil hækkaði seinast prísin á brennievni fyri tveimum døgum síðani. Vanligu húsarhaldini kunnu entin rinda eitt fast gjald um mánaðin, ella rinda dagsprísin tann dagin, tankin verður fyltur.
- Teir kundarnir, sum rinda fast gjald, hava merkt eina hækkansíðani árskiftið. Og við verandi oljuprísum hækkar hesin prísurin enn meira, sigur Niels Juel Nattestad.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki stórvegis trupulleiki
Øssur Nolsøe, økisleiðari hjá Føroya Sparikassa, sigur, at tað skal ikki forsmáast, at príshækkingar ávirka húsarhaldini, men tað er í løtuni eingin stórvegis trupulleiki.
- Fólk rinda í miðal einar 400-500 krónur meira um mánðin fyri oljuna. Tað er greitt, at fólk onkursvegna merkja hetta, men vit meta hetta ikki hetta sum ein stóran trupulleika hjá húsarhaldanum fyri at fáa endarnar at røkka saman, sigur Øssur Nolsøe.
Rentan er í løtuni lág, og prísvøksturin sum heild í samfelagnum hevur ikki verið stórur, leggur Øssur Nolsøe afturat.
-        Tá vit gera fíggjarætlanir hjá húsarhaldum, so leggja vit eisini upp fyri einum vøkstri í útreiðslunum, sigur Øssur Nolsøe, sum ikki dugir at siga, hvussu nógv rentan og oljuprísur skulu hækka, so tað veruliga fer at merkjast hjá húsarhaldanum.