Oljuprísurin fall meira enn 6 dollarar í dag

Í New York er oljuprísurin í dag fallin við meira 6 dollarum fyri eina tunnu, tað er dollarakursurin, sum gongur upp, ið er orsøkin til prísfallið á oljuni. Oljuleiðingin frá Azerbaijan, sum gongur gjøgjum Georgien til Turkaland, er eisini latin uppaftur í dag, tað hevur eisini sína ávirkan á prísfallið.

?Dollarin ávirkaði oljuprísin uppeftir í gjár og niður í dag. Øll eru sera fegin um at BTC-leiðingin til Turkaland aftur er opin, tí harvið koma fleiri tunnur av góðari olju á marknaðin,? tað sigur Rick Mueller frá Energy Security Analysis við tíðindastovuna Bloomberg.

Í New York fall prísurin av einari tunnu av WTI-olju við 6,58 dollarum til 114,60 dollarar fyri tunnuna.