Oljuprísurin fall beinanvegin, eftir at Moammar Gadaffi hevði lýst vápnahvíld seinnapartin í dag. Eftir bert 15 minuttum fall prísurin á eini tunnu av olju 3% svarandi til umleið tríggjar dollarar.
Tað skrivar tíðindastovan Associated Press, sum SEV endurgevur á síni heimasíðu.
- Prísurin er nú 101,05 dollarar fyri tunnuna, eftir at hava verið heilt uppi á 118 dollarum fyri tunnuna.
Vápnahvíldin í Libya kemur dagin eftir, at ST lýsti flogbann yvir øllum Libya. Flogbannið tekur eitt sindur av trýstinum á uppreistrardeildunum og fólkinum í býnum Benghazi, sum var hóttur av hevndarhuganum hjá libyska oberstinum.
Fleiri lond eru í ferð við at savna flogdeildir at handhevja flogbannið.
Vísandi til tíðindastovuna Associated Press, skrivar SEV á síni heimasíðu, at Libya framleiddi 1,5 miljónir tunnur av ráolju um dagin, til uppreisturin byrjaði fyri umleið einum mánaða síðani.
- Politiski ófriðurin í Miðeystri hevur fingið oljuprísin at hækka munandi, skrivar heimasíðan.