Oljuprísurin kann hækka heilt nógv

Verður talan um kaldan vetur í USA, kann oljuprísurin lættliga bæði tví- og trífaldast

Oljuprísir

Soleiðis sigur amerikanski búskaparfrøðingurin og analytikarin, Matthew Simmons. Fyri stuttum viðgjørdu vit á vinnusíðunum í Sosialinum bók hansara, Twilight in the Desert, sum hevur fingið nógva umrøðu kring allan heimin. Ikki minst, tí høvuðsboðskapurin í hesari er, at oljuprísirnir í veruleikanum eru alt ov lágir.
Á fyrilestri í Ottawa í seinastu viku, greiddi Simmons frá, at ódnirnar, Katrina og Rita, uttan iva kunnu framskunda príshækkingarnar, sum kortini fara at koma.
Ódnirnar framdu stórar oyðileggingar í Mexicanska Golfinum, og enn restar nógv í, áðrenn framleiðslan er komin á somu hædd aftur.
Tí sigur Simmons, at trýstið á oljuprísin í vetur kann gerast øgiligt. Serstakliga kann støðan gerst heilt ótolandi, um talan verðu um ein kaldan vetur í USA. Tá vil skipanin við náttúrugassi verða ovbyrjað, og so fer prísurin mest sum á flog, staðfestir hann.