Tað stóð á heimasíðuni hjá felagnum í dag.
Gongdin stendst av, at prísurin á flogbrennievni er tvífaldaður sum úrslit av Iran-stríðnum. Skrivar tíðindastovan Reuters.
Allar flogferðir eru avlýstar, og heitt verður á kundar um ikki at ferðast á flogvøllin.
Í dag skrivar felagið soleiðis í fráboðan:
– Tíverri hevur tann stóri oljuprísvøksturin seinastu tíðina og annað trýst á virksemið, hóast royndir felagsins, havt stóra ávirkan á fíggjarligu útlitini hjá Spirit.
Spirit Airlines stóð eitt skifti fyri fimm prosentum av amerikansku flogferðunum, skrivar Reuters.
/Ritzau/











