Oljuskattadeildin helst í Klaksvík

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri boðaði herfyri frá tí tinginum, at tann parturin av Toll og Skatt, sum skal taka sær av skatting av eini komandi oljuvinnu, kemur ikki at liggja í Havn.

 

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri boðaði herfyri frá tí tinginum, at tann parturin av Toll og Skatt, sum skal taka sær av skatting av eini komandi oljuvinnu, kemur ikki at liggja í Havn.

Síðan hava seiglívaði tíðindi gingið um, hendan deildin fer at liggja í Klaksvík og at bróðurparturin av peninginum sum fer at streyma til landið, verður olja funnin, skal inn um Klakk at venda, áðrenn hon fer út aftur í samfelagið.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri vil hvørki vátta ella avsannað tíðindini.

-Tað einasta eg vil siga er, at enn er ikki tikin endalig avgerð um hetta, men at hendan avgerð verður tikin skjótt, sigur Karstin Hansen.