Oljustjóri avloysir oljustjóra í Føroya Banka nevnd

Stjórin í oljufelagnum Faroe Petroleum, Graham Steward varð á eykaaðalfundi í gjár valdur nýggjur nevndarlimur í Føroya Banka.

Landsins størsti banki, Føroya Banki, hevur eftir øllum at døma ikki mist trúnna uppá eina føroyska oljuvinnu, skulu vit døma eftir valinum av nýggjum limi í nevnd bankans. Ein oljustjóri loysir ein annan av. Rúni Hansen, stjóri í Statoil ynskti at fara úr nevndini, og í hansara stað hevur Føroya Banki í dag valt ein annan oljustjóra, Graham Steward frá felagnum Faroe Petroleum í nevndina. Ein kann eisini siga, at bankin við hesum vali hevur valt at víðka um sjónarringin, tí Graham Steward hevur sín dagliga arbeiðsdagi í Stórabretlandi. Graham er fuglfirðingur og hevur í mong ár arbeitt í útlendsku oljuvinnuni.