Oljutangaskip rakt av spreinging í Svartahavinum

Ukrainski herurin hevur áður brúkt sonevndar sjódronur í álopum á russisk mái

Eitt oljutangaskip, sum sigldi í Svartahavinum, er rakt av einari spreinging.

 

Tað veit Reuters at siga, sum endurgevur týska flutningsmálaráðharran.

 

Sagt verður, at orsøkin til spreingingina var eitt ómannað far.

 

Upplýst verður ikki, hvat slag av siglandi fari, ið talan var um.

 

Ukrainski herurin hevur áður brúkt sonevndar sjódronur í álopum á russisk mál.