Spurningurin, hvar hesi fólkini ynskja at búgva er greiður. Tey vilja búgva í miðstaðarøkinum. Tí kunnu vit uttan iva vænta, at fólkatalið í miðstaðarøkinum og serstakliga Havnini fer at vaksa enn ógvusligari enn nú.
Okkurt oljufelag hevur longu tosað um, at teirra felag kemur at brúka eini 15 útlendsk starvsfólk. Hesir tilflytarnir hava sínar familjur við til Føroyar, so tað talið kann lættliga gerast nógv hægri.
Hetta er bert byrjanin. Vit eiga tí at seta okkum spurningin, hvussu so verður, um vit finna olju.
Ein so stór tilflyting krevur ein skipaðan bústaðarpolitikk. Vit eiga at seta okkum spurningin, um vit framhaldandi skulu byggja hvør sítt hús og harvið lata tað upp til hvønn einstakan at finna sær bústað, ella vit vilja skipa ein bústaðarpolitikk, har pláss og møguleikar eru hjá øllum.
Um vit velja at lata standa til, so kunnu vit vænta, at bæði leigu- og húsaprísirnir fara at hækka enn meira.
Tá verða tað tey háløntu, sum hava møguleika at útvega sær bústaðir, meðan vanliga fólkið má taka við tí, sum einaferð verður eftir, ella tað, sum tey eru før fyri at gjalda.
Tað fyrsta, vit kunna gera, er at fáa eina leigulóg, eina lóg ,sum ásetir krøv til bæði leigaran og eigaran. Krøv um, hvussu ein íbúð skal vera, kostnað, leigusáttmálar o.s.fr. Vit eiga at gera tað møguligt at byggja og reka leiguíbúðir.Vit mugu skapa møguleikar soleiðis, at vit veruliga kunna velja,
hvussu vit skulu búseta okkum, vit mugu burturúr okkara siðbundna hugburði, at hvør einstakur sjálvur skal verða bundin av at byggja síni hús og harvið binda seg fíggjarliga restina av lívinum.
Hetta er ein av fortreytunum fyri, at vit kunnu hava eitt livandi miðstaðarøki.
Elin Lindenskov
býráðslimur, valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com