Olmert: Vit nærkast málinum í Gaza

Ísrael er nær við at náa hernaðarliga málinum í Gaza, men 16 daga langa stríðið heldur fram, sigur Ehud Olmert, forsætisráðharri í Ísrael

Hetta sigur hann eftir enn ein blóðuga nátt, har nógvir palestinar eru deyðir. Ísrael hevur áhaldandi bumbað mál í Gaza í nátt. Seks sivilir palestinar eru deyðir, av teimum vóru fýra børn, tá Ísrael bumbaði har norðuri í Gaza. Hini vóru tvær kvinnur, skrivar DR frá sjúkrahúskeldum í Gaza.

Stutt fyri hetta doyðu 10 militantir palistinar undir einum hernaðartiltaki í Gaza býi, siga og eygnavitni.

Umframt hesi hava tey funnið 12 lík í leivdunum av bumbaðum bygningum aðrastaðni í býnum.

Forsætisráðharrin segði á stjórnarfundi, at Ísrael nærkast málinum.

- Vit mugu vera tolin og tora at taka avgerðir fyri at náa teimum málum, vit hava sett okkum, segði hann og legði dent á, at tað er týdningarmikið, ikki at lata framgongdina higartil gleppa landinum av hondum.