Jacob Vestergaard skyldar Føroya fólki eina frágreiðing um lógleysu umsitinga, sum hevur loyvt privata sølu av veiðiloyvum fyri milliarda upphæddir, og um hví hann ikki hevur virt lemjandi niðurstøðuna hjá umboðsmanninum, sum kom tann 11.12.2014.
Lóg um vinnuligan fiskiskap hevði, tá hon varð samtykt – og hevur tað enn í dag – eina skipan, sum sigur, at fyri at kunna fara til fiskiskap, so skal eitt skip vera góðkent til ávísan fiskiskap, t.e. hava eitt veiðiloyvi – eitt loyvisbræv – har áteknað er, við hvørjum rættindum, skipið kann fiska. Hvar, hvat og evt. við hvørjum reiðskapi. Eigarin skal hava eitt fiskiloyvi, har áteknað er, hvussu nógv tal av fiskidøgum og/ella stødd á kvotu fiskast kann við teimum rættindunum, sum eru áteknað í veiðiloyvinum.
Hetta er rættiliga einfalt, og hevur sína grund í forsøguni. Húsagangur eftir kreppuna hevði við sær, at fiskiflotin undir Føroyum minkaði við einum triðingi. Veiðirættindini vóru tillutað teimum sum høvdu fiskað árini undan, t.e. til ávís skip og ávís reiðarí. Tey, sum sluppu upp í part í skipanini, vóru tey, sum høvdu fingið veiðiloyvi útskrivað 1. januar 1993. Tey rættindi hesi reiðarí høvdu fiskað við frammanundan fingu tey rætt til tey næstu 20 árini (í 2007 broytt til 1. jan. 2018).
Talið av veiðiloyvum, sum var í 1993 og í 1995, varð fastfryst. Tó var ein møguleiki hjá teimum, sum høvdu veiðiloyvi upprunaliga, at flyta veiðiloyvið til annað far undir ávísum treytum. Hetta gav møguleika fyri at fáa nýggj før, tó við teirri treyt at veiðiorkan ikki øktist.
Í samband við valið, sigur Jacob Vestergaard:
“Tey, sum starvast í fiskivinnuni í dag, reiðarar og partaeigarar í fiskivinnufyritøkum, eru ikki politiskt útvald.......
Sum í øllum øðrum vinnum, hevur skipanin, vinnan, valt tey út, sum starvast í fiskivinnuni í dag. Nøkur hava verið í vinnuni í mong ár, meðan onnur eru nýggj í vinnuni ... Sjónvarpið royndi við fleiri sendingum í vetur at prógva sama páhald, men tey funnu einki, tí har er ikki nakað at finna.”
Hetta er hugsanin hjá Jacob Vestergaard, hann vil ikki hoyra um, at tað einasta, sum hevur týdning, er at hava telefonnummarið hjá landsstýrismanninum.
Men vit vita og skulu ikki gita, um landsstýrismaðurin hevur umsitið ólógliga. Í samband við málið hjá Høgna Mohr, sum søkti um sín part av makrelríkidøminum, so viðger Løgtingins Umboðsmaður høvuðsspurningin í klaguni, nevniliga um flyting av loyvum millum línuskip og ídnaðarskip. Umboðsmaðurin sigur, at nýtsla av § 8, stk. 1 sum amboð fyri flytan av rættindum millum fiskifør (proformasølur) eru óheimilað, sama um talan er um línubátar ella onnur fiskifør:
- “Tað er mín fatan, at við útgangsstøði í § 8, stk. 1, 1. pkt. í lógini um vinnuligan fiskiskap er einans heimild hjá landstýrismanninum at flyta veiðiloyvi hjá fiskifari uttan veiðiloyvi við somu ella minni veiðiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku.
- Sambært viðmerkingina til ásetingina var ætlanin efter mínum tykki greið, at møguligt skuldi verða at endurnýggja fiskiflotan.
- Eins og eg meti, at flytingin av veiðiloyvinum ikki var í tráð við endamálið í hesi áseting.
Niðurstøðan hjá Løgtingins Umboðsmanni viðvíkjandi tí umsitingarpraksis, sum hevur sligið røtur í Fiskimálaráðnum, er at:
- Umboðsmaðurin metir at talan er um at álvarslig mistøk ella vansketni sum er framt av myndugleikanum og tí sambært § 10. stk. 1 boðar formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landstýrismanninum í fiskivinnumálum frá.
Hetta eru ógvisligar atfinningar og kolldøma í veruleikanum alt tað, sum fiskivinnuumsitingin hevur ført fram seinastu árini um, at landsstýrismaðurin hevur “fríar teymar at býta út veiðirættindi”, veiðiloyvi undir fiskidagaskipani undantikin.
Jacob Vestergaard viðurkennir, at tað er ikki fyrisitið eftir lógini, men sigur at teir hava “rættað inn”. Hóast hetta hava proformasølurnar og “flyting” av veiðiloyvum hildið áfram uttan heimild.
Eitt rættarmál, sum P/F Líraberg hevur lagt móti Fiskimálaráðnum, er um tað sama, sum umboðsmaðurin so greitt hevur stemplað sum lógloysi. Hetta verður viðgjørt í landsrættinum seinni í ár, og væntandi fáa vit tá ein greiða niðurstøðu um rættartrygd og rættarstøðu.
Jacob Vestergaard skyldar Føroya fólki eina frágreiðing um hesa lógleysu umsiting, sum hevur loyvt privata sølu av veiðiloyvum fyri milliardaupphæddir, og um hvussu hann hevur “rættað inn” eftir lemjandi niðurstøðuni hjá umboðsmanninum – og nær hann er liðugur við eitt yvirlit, sum hann hevur lovað umboðsmanninum, yvir hvussu veiðiloyvi eru vorðin handlað seinastu gott 20 árini.
Løgmaður skyldar okkum eina frágreiðing um, hvussu hann hevur haft eftirlit við, hvussu Jacob Vestergaard umsitur lógina og nikkudukkurnar í samgonguni í løgtinginum mugu greiða okkum frá, hvussu tey hava latið hetta lógloysi um seg ganga.
Hetta lógloysið merkir, at tað verður eitt ógvisligt upptak eftir at galdandi lóg er miðvíst niðurbrotin. Eitt komandi landsstýri má bróta upp úr nýggjum við sama arbeiðshátti, sum var nýtt tá lóg um vinnuligan fiskiskap varð gjørd í 1993/1994. Í einum samstarvi millum politisku myndugleikarnar, umsitingina, búskaparligu og lívfrøðiligu serfrøðina og vinnuna.
Allir flokkar, sum bjóða seg fram at stjórna landinum, eiga eisini at greiða veljarunum frá, hvørja støðu teir hava til lógloysið.
Kjartan Hoydal