Nógva regnið í gjár hevði við sær, at eitt omanlop leyp úr einum bakka í Hvalba umleið klokkan 22 í gjárkvøldið. Tað skrivar Landsverk. Hetta hendi Úti í Rætt í Hvalba, á Sandvíkarvegnum. Ein maskina hjá Landsverki fór skjótt aftaná undir at rudda omanlopna tilfarið av vegnum.
Sambært Asbirni Mortensen, økisleiðara fyri Suðurøkið hjá Landsverki, var fyrst og fremst talan um mold, sum kom oman á vegin orsakað av bloti frá tí nógva regninum í gjárkvøldið.