Omikron-brigdi herðir ferðaavmarkingar fyri trý lond afturat

Angola, Malawi og Zambia koma upp á listan av londum við ferðaavmarkingum, eftir at nýtt koronubrigdið er staðfest.

Danmark hevur nú skerpað ferðaavmarkingarnar til tíggju afrikonsk lond í kjalarvørrinum á nýggja koronubrigdinum Omikron. (Arkivfoto). - Foto: Sumaya Hisham/Reuters

Danmark herðir ferðaavmarkingarnar fyri trý lond afturat í syðra parti av Afrika í kjalarvørrinum av nýggja koronubrigdinum Omikron.

 

Tað snýr seg um Angola, Malawi og Zambia.

 

Tað verður gjørt av varsemisávum og tí, at brigdið er staðfest í Malawi, upplýsir danska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

 

Leygarnáttina komu líknandi avmarkingar í gildi fyri Suðurafria og seks lond í økinum – Lesotho, Botswana, Zimbabwe, Mozambique, Namibia og Eswatini – fyrrverandi Swaziland.

 

Avmarkingarnar merkja, at danska uttanríkisráðið frámælir øllum ferðum til nevndu lond.

 

Harumframt skulu ferðandi til Danmarkar, Føroyar og Grønland frá nevndu londum hava tikið eina koronutest seinastu 24 tímarnar fyri komu og í sóttarhald í tíggju dagar eftir komu til danska ríkið.

 

Omikron-brigdið varð funnið í Suðurafrika, men brigdið hevur seinni spreitt seg til fleiri onnur lond.

 

Í gjár váttaðu donsku heilsumyndufgleikarnir, at tvey fólk í Danmark eru smittað við hesum virusbrigdið.

 

Magnus Heunicke, danskur heilsumálaráðharri, segði í gjár, at hann ikki kundi utiloka tiltøk ímóti fleiri londum.

 

Endamálið er at forða brigdinum í at spreiða seg, so leingi sum til ber, segði hann og vísti samstundis ikki aftur, at fleiri avmarkingar kunnu koma í Danmark.

 

Óttast verður fyri, at Omikron er meira smittandi enn Delta-brigdið, sum vit hava havt so nógv av seinastuni. Omikron er kanska eisini meira viðbrekið fyri antistoffum frá koppingarevnum. Enn eru ikki almennar dátur, sum vátta ella avsannað hendan varhuga.

 

Nýggju ferðaavmarkingarnar merkja eisini, at útlendingar sum búgva í nevndu londum bara kunnu ferðast til Danmarkar, um teir hava serliga »anerkendelsesværdigt formål«. Teir skulu eisini vísa eina negativa kanning, sum er gjørd fyri fráferð.

 

Heilsumyndugleikarnir í Danmark heita harumframt á øll, sum hava verið í økinum síðani 16. november, til at fara í sóttarhald og at taka eina PCR-test á fjórða og sætta degi eftir komu.

 

Og tað er líka mikið, um tú ert koppsettur ella ikki.

 

Víðkaðu avmarkingarnar koma í gildi í dag klokkan 12.

 

/ritzau/

 

Danmark hevur nú skerpað ferðaavmarkingarnar til tíggju afrikonsk lond í kjalarvørrinum á nýggja koronubrigdinum Omikron. (Arkivfoto). - Foto: Sumaya Hisham/Reuters