Elin Lindenskov, býráðslimur
Valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com
Fleiri hava í seinastuni sett spurning fram um, vit áttu at fingið eitt krematorium í Føroyum. Sjálv eri eg uppvaksin við einar ommu, sum oftani tosaði um, at vit áttu at haft eitt krematorium í Føroyum. Hon sá kirkjugarðarnar sum oyðsl av góðari jørð. Omma segði oftani, at um eitt krematorium var her, so vildi hon brennast! Hon hevði eina systir, sum var gift í Danmark. Bæði systirin og maður hennara blivu brend. Tey hvíla nú í vøkrum kirkjugarði. Einasti munur á teirra grøv og teimum í Føroyum er, at hon er væl minni, enn gravirnar í Føroyum.
Eg kenni argumentini um, at krematorium kostar nógv, tí málið hevur verið frammið einaferð fyrr í Tórshavnar býráð. Eg ivist í, um tað er rætt. Sjálvandi kostar tað. Men tað kostar eisini at reka kirkjugarðarnar á tann hátt, vit hava teir.
Tá krematorium bleiv umtalað í býráðnum seinast, vóru vit tveir býráðslimir, sum tóku greitt undir við at fáa eitt krematorium her. Fleiri vóru ímóti. Summi brúktu kostnaðin sum umbering, og dámdu ikki tankan. Hetta er longu fleiri ár síðani, so har kann broyting vera komin í. Vit vita eisini, at tað tekur tíð at broyta siðvenju. Men tað ber væl til. Sambært Roskilde Krematorium verða í dag 90 prosent av líkunum í Roskilde brend, svarandi til 1200 - 1300 kistur um árið. Roskilde fekk krematorium í 1961.
Fyrsta treytin fyri at byrja at tosa um málið, er at lýsa málið frá øllum síðum. Tá vit tosa um kostnaðin av einum krematorium, mugu vit eisini fáa at vita, hvat kirkjugarðurin kostar okkum, soleiðis sum vit hava hann í dag. Tá kann tað vísa seg, at hóast eitt krematorium kostar tíggjutals milliónir at byggja, so verður tað bíligari at brenna lík enn at grava tey niður. Eitt sindur óhugnaligt at hugsa um, men tað er vert at kanna. Omma hevði vilja tað - og tað vil eg eisini!