Omman hjá øllum

Vilhelmina Larsen í Dali er Likkulikkuleia-omman. Hvørt fríggjakvøld er hon í luftini saman við Beiggja og Systi, og saman gera tey Leski Likkuleiu.
? Eg haldi, at tað er stuttligt at vera omman hjá øllum í Føroyum. Mær dámar væl at gera sjónvarp, og eg haldi, at tað er ógvuliga stuttligt at spæla, sigur Vilhelmina Larsen

Dalur, Sandoy: Fyrsti íbúgvin, ið bjóðar okkum vælkomin til Dals, er ein illur gásasteggi, sum blakar seg upp ímóti síðuni av bilinum.
Á trappuni í einum brúnum húsum situr Vilhelmina saman við manninum Hilmar, og veittrar til okkara.
? Her er gás í hvørjum húsi, sigur hon. ? Og handan steggjan átti grannin.
Vit fara innar í køkin. Døgurðin er júst ruddaður av, og vit sessast kring tað runda trækøksborðið. Hetta fellur ikki hvørjum barni í Føroyum í lut. At sita í køkinum og práta við Likkulikkuleia-ommuna, sum er at síggja á sjónvarpsskíggjanum hvørt fríggjakvøld saman við Beiggja og Systi.
Av tilvild
? Í veruleikanum var tað av tilvild, at eg kom at vera við í Likkulikkuleiu. Nøkur norsk fólk vóru í Føroyum, sum ferðaðust runt við eini barnaskrá við skjaldrum. Tey komu frá Riksteatret haldi eg. Jan Kløvstad var stjóri Norðurlandahúsinum tá, og hann spurdi meg so um eg vildi verða við fyri at samanbera, og fyri at vita, um vit høvdu nakað sum líktist í Føroyum, greiðir Vilhelmina frá.
? Eg fór so við, og vit høvdu eina framførslu í Kommunuskúlanum í Havn fyri næmingum og lærarum. Steinbjørn B. Jacobsen, lærari har, kom síðani til mín aftaná, og segði, hvussu væl honum hevði dámt framførsluna.
Seinni bar so á, at Vár B. Jacobsen (dóttir Steinbjørn B. Jacobsen, red.) og Páll Danielsen skuldu gera barnasendingar, og tey vildu hava okkurt gamalt føroyskt við. Og tá var tað, at Steinbjørn hevði skotið upp, at Vilhelmina skuldi koma við at syngja skjaldur.
? Eg eri ógvuliga glað fyri, at eg fór við. Nú havi eg fingið ført tað víðari, sum foreldrini hjá mær lærdu meg, sigur Likkulikkuleia omman.
Nú er leisturin til Likkulikkuleiasendingarnr broyttur. Vilhelmina heldur, at fyrstu sendingarnar vóru meira einfaldar. Nú gera tey mat og er tað matgerð, sum børn saktans klára við hjálp frá vaksnum.
? Mær dámar væl at gera sjónvarp. Tað kann gerast tungt til tíðir, tí vit skulu taka upp umaftur og umaftur, men samanumtikið, so er tað stuttligt, heldur Vilhelmina.
Í nýggju Likkulikkuleia sendingunum síggja vit ommuna í smekkubuksum, keppi og í fagurt littum klæðum.
? Tað er Edward Fuglø, sum hevur staðið fyri pallinum og búnum, vit skulu í. Fyri meg kann tað gera tað sama, hvørjum eg eri í. Um onnur hava tað stuttligt, so havi eg tað eisini stuttligt. Um ein er eitt sindur løgin, tað bilar onki, sigur omman.
Sjónvarpsstjørna
At vera í føroyskum sjónvarpi er ikki bara sum at siga tað, tí øll kenna teg aftur. Eisini børnini.
? Børnini kenna meg aftur, og tað var ikki júst hetta við at vera kend aftur, sum kom mær til hugs, tá eg av fyrstan tíð byrjaði. Men eg varð gjørd varug við, at eg mátti vera blíð við børnini, tí tey høvdu sæð meg í sjónvarpinum. Tey halda jú, at tú kennir tey, tí tey hava sæð teg í sjónvarpinum, og tey verða skuffað um omman ikki tímur at tosa við tey, greiðir hon frá. Vilhelmina leggur afturat, at einaferð hevði hon møtt einum lítlum dreingi, sum hevði spurt, um hon kundi vinka til hansara næstu ferð hon fór at taka upp, og tað hevði hon lovað honum. Tíverri, so gloymdi hon at vinka, og tað fyrsta drongurin segði, tá Vilhelmina møtti honum aftur var: »Tú gloymdi at vinka«.
? Tí gjørdist eg ógvuliga kedd av. Men tað er stuttligt at vera omman hjá øllum børnum í Føroyum.
Maður Vilhelminu, Hilmar, hevur enntá eisini verið við í Likkulikkuleiu. Tá vóru Beiggi og Systi og tóku epli upp við honum, so hann fekk heitið »Eplamaðurin«.
Vilhelmina greiðir frá, at tá hon hittir børn í veruleikanum, so gerast tey ógvuliga bilsin og glað, tí tá er tað ikki nakar sjónvarpsskíggi, sum skilir tey.
? Dóttir mín er dagpleygumamma í Havn, og tá eg komi har, so er tað ein stór hending hjá børnunum.
? Um eg kann gera nakað, sum onnur halda er stuttligt og fáa gleði av, so kann restin gera tað sama, sigur Likkulikkuleia omman, Vilhelmina Larsen at enda.
Tá vit fara útaftur, klintrar hon saman við okkum uppá ein grótgarð fyri at vísa okkum eitt kvørkveggjureiður. Hon greiðir frá, at kvørkveggjan plagar at byggja sær reiður har, men tað vísir seg at vera ógvuliga trupult, tí ketturnar taka tað altíð niður aftur. Tá vit fara, setist hon aftur á krakkin á trappuni. Sólin skínur í Dali í dag, men kalt er úti hóast alt, men hetta tykist ikki at nerva ommuna hjá okkum øllum nakað serligt.