Onga ábyrgd fyri umhvørvinum

Stjórin á Tilbúgingarstovninum, Anni á Hædd, sigur, at Tilbúgvingarstovnurin ikki hevur ábyrgd fyri umhvørvinum, tá óhapp henda á sjónum.

- Umhvørvisvernd á sjónum er óskipað, tí landstýrið ikki hevur raðfest eina tilbúgvingarætlan, staðfestir hon.

Stjórin á Tilbúgingarstovninum, Anni á Hædd, sigur, at Tilbúgvingarstovnurin ikki hevur ábyrgd fyri umhvørvinum, tá óhapp henda á sjónum.

- Umhvørvisvernd á sjónum er óskipað, tí landstýrið ikki hevur raðfest eina tilbúgvingarætlan, staðfestir hon.


Olshana

Dorit Hansen

[email protected]

Mynd: Jens Kristian Vang



Tilbúgvingarstovnurin hevur ikki ábyrgd av umhvørvinum. Vit skulu bjarga skip og manning. Hetta vita politikararnir, tí bæði tilbúgvingin og havumhvørvið eru yvirtikin undir sitandi løgtingið.

Hetta sigur Anni á Hædd, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, sum hevur verið í andgletti eftir at Olshanu rendi á Flesjarnar. Fólk og miðlar hava sett spurnartekin við, um stjórin tók røttu avgerðirnar, tá Olshana varð togað av Flesjunum, áðrenn oljan varð tømd úr skipinum. Og tinglimur hevur sátt iva um fakligu førleikarnar hjá stjóranum.

Men Anni á Hædd tvíheldur um, at uppgávan hjá Tilbúgvingarstovninum varð loyst til lítar sambært málsetninginum fyri stovnin, og undir teim umstøðum, sum vóru.

- Okkara uppgáva er fyrst og fremst leiting og bjarging. Tað skulu vit metast eftir, og her er onki at finnast at í samband við Olshanu óhappið, sigur stjórin á Tilbúgvingarstovninum.

- Føroyar hava eina góða tilbúgvingarætlan, tá um ræður leiting og bjarging. Havumhvørvisverndin hongur hinvegin í leysari luft. Vit hava eftirlýst eina yvirskipaða tilbúgvingarætlan og hava bjóðað okkum fram at samskipa fyrireikingina, men tað hevur verið trupult at fáa avvarðandi landsstýrismenn at binda seg til tilgongdina, sigur Anni á Hædd.

- Frammanundan Olshanu óhappinum var eingin politikari upptikin av, at umhvørvisparturin í tilbúgvingini var óskipaður. Í juni mánað fingu vit tó grønt ljós frá innlendismálaráðnum, og vit vóru farin undir at fyrireika arbeiðið.

Men so hendi óhappið við Olshanu, og vit vóru ikki til reiðar at lofta umhvørvisspurninginum á ein nøktandi hátt, staðfestir Anni á Hædd.

Tá óhappið hendi, varð Umhvørvisdeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni beinanvegin boðsend. Tey mæltu til, at oljan varð tikin úr skipinum alt fyri eitt, men tilráðingarnar og metingarnar frá teim serkønu á MRCC vigaðu tyngri.

Hóast Anni á Hædd ikki heldur tað vera skeivt, at mannalív raðfestast hægri enn umhvørvið, so leggur hon dent á, at ein tilbúgvingarætlan hevði gjørt arbeiðið greiðari og skjótari.


Mangla uppskriftsbók

Jóhanna Olsen, virkandi leiðari á Umhvørvisdeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur, at teirra arbeiði gekk serstakliga væl, tí tey hava ein innanhýsis tilbúgvingarleist við ábyrgdarbýti og mannagongdum, og hesin leistur varð fylgdur, tá deildin varð boðsend. Øll vistu, hvør gjørdi hvat, hvør skrásetti náttúruvirðir, hvør skrivaði log og so víðari.

- Um eingin ætlan fyriliggur, er skjótt, at øll bara renna runt sum hønur, tá vit standa mitt í kreppuni, sigur Jóhanna Olsen og greiðir frá, at Umhvørvisdeildin hevur havt fleiri venjingar, har mannagongdir og ábyrgdarøki eru gingin ígjøgnum.

Anni á Hædd sigur, at samstarvið við Umhvørvisdeildina gekk væl, júst tí tey vóru so væl fyrireikað. Men báðar vilja tær vera við, at ein yvirskipað uppskriftsbók ella handbók manglar.

Tað er ikki vantandi lógarheimildir ella yvirtøkur, sum liggja til grund fyri, at vit onga  tilbúgvingarætlan hava fyri umhvørvisvernd.

- Tað einasta, sum manglar, er, at vit seta okkum niður og gera ætlanina. Síðani kemur politiska raðfestingin av, eitt nú, hvussu nógv útgerð skal vera tøk, og hvussu nógvan pening vit vilja brúka til umhvørvisvernd, greiðir Anni á Hædd frá.

- Vit vita ikki nær og hvar, men vit vita, at næsta óhapp kemur. Um vit ikki tá hava eina tilbúgvingarætlan, so verður støðan júst tann sama og umhvørvið aftur taparin, staðfestir Anni á Hædd.


Vánaligt samskifti

Torbjørn Jacobsen, tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin, hevur í fyrispurningi til landsstýrismannin við fiskivinnumálum sátt iva um førleikarnar hjá tilbúgvingarleiðsluni.

Anni á Hædd heldur, at tað er burturvið at fýlast á manglandi maritima kunnleika hennara. Tá hon søkti starvið, var maritimur kunnleiki onki krav.

- Ein stjóri skal hava yvirlit og duga at brúka tann serkunnleika, sum er á stovninum. Og starvsfólkini á MRCC hava bæði royndir og útbúgving, sigur Anni á Hædd.

Hinvegin var tað eitt krav til stjórastarvið, at hon dugdi at samskifta. Anni á Hædd viðurkennur, at samskiftið á stovninum ikki var nøktandi í samband við Olshana óhappið.

- Alt samskifti gekk umvegis MRCC, og vit kunnu bara staðfesta, at partarnir ikki vóru nóg væl kunnaðir alla tíðina. MRCC sat inni við allari vitanini, og vit høvdu yvirlitið. Men tá partarnir ikki altíð vita, hvat hendir, kann tað elva til ørkymlan, viðgongur Anni á Hædd.

- Hetta var okkara feilur, og tað átaki eg mær ábyrgdina av. Men um vit skulu sleppa undan somu trupulleikum eina aðru ferð, hevur tað alstóran týdning, at allar mannagongdir og samstarvsavtalur verða útgreinað í einari yvirskipaðari tilbúgvingarætlan, leggur Anni á Hædd áherðslu á.

Stjórin á Tilbúgvingini vónar, at Olshana óhappið kann seta ferð á fyrireikingarnar av eini tilbúgvingarætlan. Politikararnir áttu í øllum førum at vita, hvørjir trupulleikarnir eru.

- Allar lógirnar eru so nýggjar, at sitandi politikarar hava allir verið við til at samtykkja tær, staðfestir Anni á Hædd. Teir vita, at tilbúgvingarætlan manglar, at onki krav er um loðs, at tilbúgvingin er spjadd yvir fleiri aðalráð, og at havumhvørvið hongur í leysari luft.




Havumhvørvislóg uttan tilbúgvingarætlan

Í mai 2005 kom løgtingslóg um verju av føroyska havumhvørvinum í gildi í Føroyum.

Grein 22 í lógini útgreinar, hvør hevur ábyrgdina, tá oljudálking hendir. Kommunur hava ábyrgdina av at basa olju- og kemikaliudálking í havnum, herundir fram við bryggjum og havnarløgum, og í bátahyljum. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av at basa olju- og kemikaliudálking á sjónum og á økjum uttanfyri kommunumørk.

Stutt fyri, at lógin kom í gildi, staðfesti táverandi landsstýrismaður í umhvørvismálum, Jógvan við Keldu í lesarabrævi, 1. februar 2005, at fyritreytin fyri einum reinum og ríkum havumhvørvi var, at land og kommunur høvdu eina tilbúgvingarætlan, sum arbeitt verður eftir í sambandi við dálkingaróhapp.

Tilburðurin við Olshanu hevur varpað ljós á, at Føroyar enn onga tilbúgvingarætlan hava á havumhvørvisøkinum.

- Eitt er vist, tað er ov seint at fara at bíleggja basingarútgerð uttanlands, tá óhappið er hent. Tí vil eg sum landsstýrismaður í umhvørvismálum heita á Fiskimálaráðið og kommunurnar um at seta tilbúgvingina á dagsskrá. Bíligari og betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin.

Jógvan við Keldu, táverandi landsstýrismaður í umhvørvismálum í lesarabrævi 1. februar 2005


Grønland hevur tilbúgvingarætlan

Grønland hevur síðani í januar í ár havt eina tilbúgvingarætlan fyri umhvørvisdálking.

Henda er býtt í tveir partar. Fyrri partur er strategiskur og útgreinar fyrisitingarliga ábyrgdarbýtið, møguligar virkisætlanir og avmarkaða tilfeingi. Seinni partur er ein handbók, sum útgreinar mannagongdir, tá óhappið er.

Tilbúgvingarætlanir byggja bæði á tørvsgreiningar og politiska raðfesting. Grønlendska tilbúgvingarætlanin staðfestir, at Grønland uttan hjálp uttanífrá skal vera ført fyri at taka sær av oljuútláti upp til 20.000 litrar. Tá størri óhapp henda, skal grønlendska tilbúgvingin vera før fyri at gera arbeiðið við útgerð úr Danmark



Spurningurin um loðs ikki nýggjur

Eftir óhappið við Olshanu hevur kjak tikið seg upp, antin tað skal vera eitt krav, at útlendsk skip hava loðs, tá tey sigla í føroyskum firðum.

Við Kringvarpið hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sagt, at hann arbeiðir við eini kunngerð, sum skal áseta, at fremmand skip skulu hava loðs.

Men spurningurin um loðs er ikki nýggjur.

Í 2001 varð lógin um trygd á sjónum samtykt. Lógin heimilaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at áseta reglur fyri brúk av loðsi í innanoyggja sigling, men ongar slíkar reglur vórðu gjørdar.

Í 2003 legði Johan Dahl fram uppskot um lógarkravda loðsskyldu fyri skip yvir 50 brutto-tons. Málið varð beint í vinnunevndina, har meirilutin (Henrik Old, Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen, Gerhard Lognberg og Heðin Zachariasen) ikki hildu, at tað var neyðugt við lógarfestum kravi, tí landsstýrismaðurin longu hevði heimild at áseta reglur um brúk av loðsi í innanoyggjasigling.

- Meirilutin mælir tí uppskotssetaranum til at brynja seg við toli fram til byrjanina av næstu tingsetu, soleiðis at landsstýrismaðurin fær ein møguleika at taka málið upp.

Nú – fýra ár seinni – eru framvegis ongar reglur um loðs.



Føroyingar lítlan áhuga fyri umhvørvinum

Kristina Rørbo gjørdi í 2004 eina kanning av støðu føroyinga til náttúru- og umhvørvisfyrisiting.

Frágreiðingin staðfestir, at Føroyar brúka ein nógv minni part av fíggjarlógini til umhvørvisfyrisiting enn Ísland, Svøríki og Danmark – umleið helvtina so nógv.

Umhvørvismál eru heldur ikki so nógv frammi í Føroyum. Kristina Rørbo vísir á, at meðan grannalondini hava óheft ráð, sum taka kjak upp um ymisk mál innan umhvørvisvernd og ráðgeva politikarum og myndugleikum, so er onki líknandi føroyskt ráð.

Í grannalondunum hava áhugafeløg, sum t.d. Danmarks Naturfredningsforening eisini ein týdningarmiklan leiklut. Men soleiðis er ikki í Føroyum.

Politiski leikpallurin endurspeglar ein øðrvísi hugburð. Næstan helvtin av føroyingunum í kanningi halda ikki, at náttúran er hótt. Hetta er á leið dupult so nógv sum í Íslandi,  Danmark og Svøríki.

Kanningin vísir, at føroyingar í størri mun enn fólk aðrastaðni halda, at umhvørvismál mugu raðfestast eftir, um tey tæna virðum, vælferð og áhugamálum hjá menniskjum. Við øðrum orðum, hevur eitt reint umhvørvið onki virði í sær sjálvum, men bert tí tað tryggjar okkum góðan prís fyri fisk.

Kanningin av, hvørja áskoðan føroyingar hava til umhvørismál og umhvørvisfyristing, varð gjørd í 2004.