Beate Lindenskov Samuelsen segði í útvarpssendingini “Lívið eftir 65” herfyri, at hon umhugsaði at stilla upp til býráðsvalið í vetur.
Hon metir ikki, at aldur er ein byrða, tí har sita valdir politikkarar bæði í býráðnum og í løgtinginum, ið eru eldri enn hon. Samstundis vildi hon eisini vísa á, at tað oftast vórðu konufólk, ið blivu spurdar um tær ikki vórðu ov gamlar at stilla upp, men at sami spurningur ikki bleiv settur mannfólki í sama mun.
-So eg havi sett mær fyri sum konufólk, at eg vil gera nakað við hetta við eldrabyrðuni – at vit ikki eru nøkur byrða, segði Beate L. Samuelsen í útvarpinum hjá KVF.
Við in.fo í dag sigur Beate L. Samuelsen tó, at hon enn onga áheitan hevur fingið um at stilla upp. Hon ætlar sær á uppstillingarfund hjá Sambandsflokkinum og um hon har fær eina áheitan at stilla upp, tekur hon støðu til tað tá.