Onga ætlan um viðurkenning

Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, segði í einari sjónvarpssamrøðu sunnudagin, at pakistanska stjórnin umhugsar at viðurkenna ísraelska ríkið, og at stjórnin fer at umrøða spurningin um at knýta diplomatiskt samband við Ísrael.

Hetta hevði verið ein kúvending í pakistanskum uttanríkispolitikki, og tí kom tað ikki heilt óvart á, tá landsins verjumálaráðharri, Rao Sikandar Iqbal, longu í gjár avsannaði tað, sum forsetin hevði sagt.

Verjumálaráðharrin sigur við tíðindastovuna PNS, at stjórnin hevur ongar ætlanir um at viðurkenna Ísrael, og at spurningurin hevur heldur ikki verið umrøddur í stjórnini. So Ísrael verður ikki viðurkent í bræði, legði ráðharrin afturat.