Tað hevur skapt nakað av iva um blokkin og prístalsviðgerðina, ið nógv hava skilt skuldi hava afturvikrkandi kraft.
Men løgmaður slær púra fast, at tað ongantíð hevur verið upp á tal.
- Tað ber ikki til at fara at samráðast um blokkin fyri undanfarin ár, tí tær avtalurnar eru klokkuklárar. Tað, sum vit ynskja, er at vit fáa tann blokkstuðul fyri 2012, sum vit høvdu fingið, um blokkurin hevði verið prístalsviðgjørdur á hvørjum ári síðani 2002, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hetta er eisini í tráð við tað, sum Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, førdi fram á Fólkatingi í gjár, tá viðgerðin um blokkstuðul til Føroyar var fyri.
- Vit ynskja ikki prístalsviðgerð við afturvirkandi kraft, men har afturímóti ein prístalsviðgjørdan blokk fyri 2012, segði Edmund Joensen.
Tað hava verið ymiskar útmeldingar frá donskum politikarum um hetta málið, men tá ivin í Føroyum um prístalsviðgerðina av blokkinum kann vera so stórur, er heldur ikki vist, at danskir politikarar hava skilt føroysku umbønina til fulnar.
- Vit kunnu ikki tingast um framman undan gjørdar avtalur, so tá vit fara til samráðingar við donsku stjórnina um ein prístalsviðgjørdan blokk, so verður tað við blonkum pappíri, sigur Kaj Leo Johannesen.
Broytingaruppskot
Løgmaður sigur, at tá ynski er um at prístalsviðgera blokkin, so er ikki talan um at fáa pening við afturvirkandi kraft. Hann undirstrikar, at talan er um blokkin fyri 2012.
- Tað, sum vit ynskja, er at fáa blokkin prístalsviðgjørdan, eins og allar aðrar útreiðslur á donsku fíggjarlógini verða prístalsviðgjørdar, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann sigur, at blokkurin fyri 2012 eigur at koma upp á tað støði, sum hann hevði verið, um hann varð prístalsviðgjørdur øll árini, heldur enn at verða fastfrystur í 2002.
- Tað er harfrá, at tær umrøddu 130 til 150 milliónirnar koma, og ikki frá prístalsviðgjørdari stuðulsveiting árini frá 2002 til 2011, sigur Kaj Leo Johannesen.
Flestu framsøgufólk á Fólkatingi í gjár gjørdu greitt, at tað kemur ikki upp á tal at veita blokkstuðul við afturvirkandi kraft, men tá tað so vísir seg, at tað er ikki tað, ið landsstýrið biður um, er støðan helst ein onnur.
Í hvussu er boðaði danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, frá, at tað kemur eitt broytingaruppskot áðrenn triðju viðgerð at blokkstuðlinum til Føroya.