Dagny Joensen
Dagurin í dag er stórur dagur í gróthúsinum í dr. Jacobsensgøtu. Har búgva Rúna Mortensen og Nemus Napoleon Djúrhuus. Dagurin í gjár var eisini merkisdagur, men tað koma vit aftur til.
Rúna og Nemus eiga fimm børn. Tað elsta er 27 og tað yngsta 11 ára gamalt.
Tá vit vitjaðu í gróthúsinum í gjár, var Nemus ikki inni. Hann var farin til handils, segði Rúna og bjóðaði innar. Rúna, sum hevur arbeitt í Svimjihøllini í 20 ár, hevur fingið sær summarfrí í samband við brúdleypið.
Stutt eftir gongur hurðin og Nemus kemur brestandi inn við einum fransbreyði í aðrari hondini og einum blómutyssi í hinari. Hann biður góðandag og fer beinleiðis yvir til Rúnu, kyssir hana og ynskir henni tillukku.
Tá spurt verður, um tað ikki er í so tíðliga, sigur Rúna brosandi, at tey hava 25 ára trúlovilsisdag.
Hví giftast eftir so langt tíðarskeið?
Rúna: Lat meg bara siga tað sum er. Tað er mín skyld at vit giftast eftir at hava verið saman í 28 ár. Eg havi altíð sagt, at eg vildi giftast áðrenn eg bleiv 50 ár. Tað verði eg í næsta mánað, so hví ikki?
Hevur játtað at møta
Nemus hvat sigur tú til giftarmálið?
- Jú, eg havi játtað at møta upp, annað er helst ikki at gera, sigur Nemus skemtandi og heldur, at tað eisini er upp á tíðina, nú tey hava fingið eitt barnabarn. Ommur og abbar eiga at vera gift. Harnæst ber heldur ikki til, at vera ógiftur í Føroyum. Tú skal skriva undir so nógvar sáttmálar um tú ikki giftist, at tað stutt sagt ikki loysir seg at lata vera at giftast.
Tað er eisini lættari um ein okkara fellur frá. Tað er ikki sum t.d. í Danmark, har fólk verða mett sum gift, tá tey hava livað saman eitt ávíst áramál, sigur Rúna.
Yngsti sonurin situr uppi á køksborðinum og lurtar. Spurdur um hann ikki helt tað vera stuttligt at foreldrini fóru at giftast, svarar hann avgjørdur: Nei! Aftaná kvikar hann sær at siga: Tey nýttust ikki at giftast ein leygardag, tá eg skal spæla dyst. Brosandi leggur hann aftrat: Tvætl, tað er bara stuttligt.
So er tað fingið upp á pláss.
Seinastu dagarnar hevur parið havt úr at gera við at skipa fyri móttøku, sum verður í Sjónleikarhúsinum seinnapartin.
Nemus, sum er húsasmiður, hevur ikki verið so nógv við í rokinum, av tí at júst henda tíðin krevur nógv av honum á arbeiðsplássinum. Hann hevur arbeitt 60 tímar seinastu vikuna, fyri at fáa eina fríløtu, sum varir til týsdagin, tá arbeiðið aftur bíðar eftir honum.
Umframt at vera húsasmiður er Nemus eisini dómaravegleiðari. Ítrótturin fyllir nógv, og í dag skal hann niðan at kálka Tórsvøll, av tí at B36 og FC - Midtjylland skuldu dystast í gjárkvøldið. Áðrenn tað kvikar hann sær til Tótu at verða kliptur, og ein klædning skal hann eisini keypa sær. Sum eitt fok er hann farin á dyr.
Á brúðarferð við 12. Manni
Skulu tit ikki á brúðarferð?
Jú, vit fara til Fraklands við 12. Manni, sigur Rúna og brosar. Tey hava bílagt sær pláss á einum glæsiligum gistingarhúsi í Paris, har tey skulu búgva í seks dagar. Samstundis verður møguleiki at fara til landsdystin hjá føroyingum, sum spæla 3. september í Lens.
Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum skal víga Rúnu og Nemus. Rúna ringdi til hansara ein dagin og spurdi, um hann ikki kundi gera sær eina tænastu.
Heðin Mortensen suffaði í hinum endanum og spurdi, um tað kostaði nakað.
Nei, tað haldi eg ikki, svaraði Rúna. Eg vil bert spyrja teg, um hann kundi gifta meg og Nemus 27. august?
Tað var leyst og liðugt beinanvegin, sigur hon.
Spurd um hon fór at vera hvít brúður, sigur Rúna, at tað verður hon ikki. Hóast hetta er dagin fyri stóra dagin, hevur Rúna ikki avgjørt, hvat hon skal fara í.
Eg eri ikki nøkur kjólakona, so tað eg fari í, skal helst vera av slíkum slag, at eg kann brúka tað aftur, sigur Rúna, sum kvikar sær niðan í Sjónleikarhúsið at gera síðstu fyrireikingarnar til móttøkuna.
Hóskandi karmur
Sjónleikarhúsið er hóskandi karmur um brúdleyps móttøkuna seinnapartin. Har hava børnini og Rúna havt sína gongd í nógv ár. Elsti sonurin er kendur sjónleikari og Rúna er nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag og hevur eisini verið við í fýra sjónleikum.
Børnini hjá okkum hava drigið okkum ein veg og vit hava togað tey við okkum annan veg. Tí er Sjónleikarhúsið týðandi stað fyri nøkur okkara, eins og ítrótturin er fyri Nemus og ein av synunum.
Rúna situr hugsunarsom lítla løtu og sigur síðani:
Tað er sum við so nógvum øðrum, tá tú kemur upp í fimmtiárini. Tú hugsar øðrvísi. Áður bar alt til og tú hevði orku, sum tú ongantíð helt fór at broytast. Sum árini líða verður álvarin í lívinum meira hjáverandi, og vit fáa størri ábyrgd fyri familjuni sum heild. Umframt at tað sjálvandi er stuttligt og hátíðarligt at giftast, so er tað eisisni ein staðfesting av lívinum hjá okkum, sum familja, sigur Rúna, sum eftir giftarmálið sjálvandi eisini eitur Mortensen til eftirnavn.