Ongar broytingar á Argjum

Bæði AB og Víkingur eru mannað soleiðis, sum tey vóru sunnudagin

Klokkan 18.00 bríkslar Lars Múller fyri fyrstu ferð á Argjum, har AB hevur vitjan av Víkingi.

 

AB tapti sunnudagin 3-1 í Klaksvík, og Víkingur vann sunnudagin 2-1 á heimavølli ímóti B36.

Felags fyri bæði liðini er, at tey eru mannað við teimum somu ellivu, sum tey vóru sunnudagin.

 

Víkinga miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus er framvegis leikbannaður.