Hóast størri og smærri trupulleika vóru á skúlunum, tá ið PISA-kanningin varð hildin, hevur eingin skúli kært til Mentamálaráðið.
Tað upplýsir Claus Reistrup, sum vegna Mantamálaráið stóð fyri kanningini.
Allir skúlar høvdu ikki trupulleikar av kanningini, men serliga vart tað í Klaksvík, í Fuglafirði og í Vestmanna, at trupult var at gjøgnumføra kanningina innan fyri ásettu tíðina.