Ongar lýsingar og sponsoreringar í Kringvarpinum

Rigmor Dam og Gunvør Balle mæla til at banna handilslýsingum og aðra handilsliga sponsorering í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Lýsingarinntøkur hjá sjónvarpinum hjá Kringvarpinum skulu kanaliserast sum útberingarstuðul til privatar miðlar.

– Fær Kringvarpið eina støðuga inntøku, eigur stovnurin ikki at vera bundin av handilslýsingum, sum bæði virka kappingaravlagandi mótvegis privatu miðlunum og skaða umdømið hjá Kringvarpinum sum óheftur public-service miðil.

Tað siga tær báðar í minnilutaáliti í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at krevja inn kringvarpsgjaldið um skattin. Í uppskotinum varð eisini skotið upp, at lýsingarinntøkurnar hjá Kringvaprinum skuldu fara í ein miðlagrunn, sum skuldi játta miðlunum pengar. Men hetta vilja umboðini hjá flokkunum, sum hava lagt uppskotið fram, nú hava broytt.

– Í uppskotinum verður skotið upp at seta á stovn miðlagrunn, sum skal umsita lýsingarinntøkur frá Kringvarpinum, og at hesin peningur skal umsitast av Mentanargrunninum, sum kann luta pening út til ávísar miðlaframleiðslur. Hesum tekur minnilutin ikki undir við, men mælir í staðin til, at inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum verða kanaliseraðar út til útberingarstuðul til privatar miðlar, eftir nærri ásettum reglum, siga tær báðar í minnilutaálitinum.

Tær visa á, at í grannalondunum er vanligt, at privatir miðlar verða stuðlaðir á onkran hátt, tí politiskt er ynski um at hava nógvar, sterkar, fjølbroyttar og óheftar miðlar. Við at lata stuðul sum útberingarstuðul ger eingin seg inn á redaktionella frælsið, sum kundi komið í vanda, um til dømis Mentanargrunnurin umsitur miðlagrunnin.