Fiskivinna
Seinastu tíðina hevur lítið og einki fiskaarbeiði verið í Sandoynni.
Virkið í Skopun fór í summarfrí næstsíðsta mánadag, men virkið á Sandi fer formelt ikki í summarfrí. Tó skilst, at ongar størri landingar verða á Sandi hesar komandi dagarnar.
Ætlandi verður virkið í Skopun stongt í tvær vikur.
Á Sandi siga tey, at onkur útróðrarbátur hevur avreitt, og tey hava eisini keypt eitt sløð av fiski á uppboðssølu.
- Men vit taka ongar størri landingar teir næstu dagarnar, meðan virkið í Skopun er í summarfrí, siga tey á Sandi.