Ongar ætlanir at byrja samráðingar aftur

- Vit kunna bara staðfesta, at tær hava lýst eitt verkfall og tað hava tær rætt til. Og so koyrir tað, sigur stjórin á Lønardeildini.

Tað verður neyvan í bræði, at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sessast aftur við samráðingarborðið, aftaná at feløgini fóru hvør til sítt í síðstu viku.


Við in.fo fyrr í dag segði Óluva í Gong, at felagið fer aftur til samráðingarborðið, tá Lønardeildin er sinnað at fara undir veruligar samráðingar við felagið, meðan Jan Mortensen, leiðari fyri Lønardeildina, upplýsir at tey í løtuni virða lýsta verkfallið.


- Vit kunna bara staðfesta, at tær hava lýst eitt verkfall og tað hava tær rætt til. Og so koyrir tað, sigur Jan Mortensen, ið harumframt upplýsir, at Lønardeildin ongar ætlanir hevur at taka stig til nýggjar samráðingar.


- Vit viðgerða støðuna, men enn hava vit ongar ætlanir um at byrja samráðingarnar aftur, sigur leiðarin á Lønardeildini, ið eisini vísir á, at tað var langt millum partarnar, tá samráðingarnar slitnaðu í síðstu viku.


Jan Mortensen upplýsir eisini, at honum vitandi, so hevur verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki ávirka lønarsamráðingarnar við restina av fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.


- Vit hava avtalaðar fundir við onnur feløg, men orsaka av hesum, so kann tað vera, at onnur feløg ynskja at útseta. Men vit fara til tær samráðingar, ið eru avtalaðar, og ganga út frá, at tær vera sum ætlað, sigur Jan Mortensen, leiðari fyri Lønardeildina.