- Ongatíð gott tá barnatalið minkar

- Skal eini bygd verða lív lagað, so er neyðugt hjá kommununi at skapa forteytir fyri at ungfólk fáa grundøki og børnini sleppa í barnaansing, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri.

Porkeri: Við bert einum einstøkum næmingi í 1. flokki hetta skúlaárið, er næmingatalið ikki av tí mesta við Porkeris skúla.
- Nei, støðan er alt annað enn góð, viðgongur lærarin og borgarstjórin, Eli Frederiksen.
Í skúlanum eru nú 29 næmingar í 1. til 7. flokk. Eftir hetta fara teir í framhaldsdeildina í Vági.
Onkutíð vóru munandi fleiri næmingar í Porkeri, men nú er talið altso komið heilt niður á 29 hetta skúlaárið.
- Tað er ongatíð gott, tá barnatalið minkar soleiðis. Men vit hava kortini ikki mist vónina enn, tí her í bygdini eru væl av børnum undir skúlaaldur, sigur hann.

Sárbæri
Suðuroyggin hevur víst seg at vera serliga sárbar mótvegis búskaparligu støðuni í samfelagnum.
Við minkandi arbeiði í oynni hevur tað víst seg at vera trupult at fáa ungfólk at støðast, serliga tað unga fólkið. Og vilja tey ikki seta búgv í oynni, so kemur tað at ávirka fólkatalið tann skeiva vegin.
Hinvegin so hava fólk í oynni, og her eisini porkeningar, kortini góðar vónir fyri framtíðina, nú tað umsíðir røkist fyri at eitt Ellis- og røktarheim verður bygt í sunnaru helvt av oynni.
- Tá eitt slíkt heim kemur, so verður sjálvandi tørvur á starvsfólkum til tey ymsu økini á einum slíkum staði.
- Og her vóna vit, at fleiri ungfólk fara at búseta seg í sunnaru helvt av oynni, og sjálvandi eisini her í Porkeri, sigur Eli Frederiksen.

Treytir
Eli Frederiksen vísir á, at hetta við búsetingina setir krøv til tær einstøku kommunurnar, eisini hana sum hann er borgarstjóri fyri.
Ein fyritreyt fyri øktum íbúgvaratali er í fyrstu syftu hon, at grundøki eru at fáa og at dagrøktin er væl útbygd.
Og hesar báðar fortreytirnar finnast sum er í bygdini: Dagrøktin er væl fyri, og kommunan sjálv hevur einstøk grundøki tøk, eins og møguleiki er at keypa øki frá privatfólki.
Hann óttast tí ikki fyri, at skúlin í Porkeri verður afturlætin eins og tann á Leiti, har eingin næmingur er longur.
- Vit hava fleiri børn undir skúlaaldur, og tí síggja vit framvegis ljóst uppá framtíðina, sigur borgarstjórin.








fyri seg

Fakta
Næmingar

1. flokkur: 1 næmingur
2. flokkur: 6 næmingar
3. flokkur: 5 næmingar
4. flokkur: 5 næmingar
5. flokkur: 5 næmingar
6. flokkur: 4 næmingar
7. flokkur: 3 næmingar
(Kelda: Landsskúlafyrisitingin)